Hósdagin 1. oktober kl. 17.00 verða Virðislønir M.A. Jacobsens fyri 2026 handaðar í Auluni í Finsen. Seinnu árini hevur hátíðarhaldið verið í Müllers Pakkhúsi, men soleiðis verður tað ikki hesa ferð, sigur Tórshavnar kommuna. Tað verður í Auluni í Finsen, at heiðurslønirnar verða handaðar.
Virðislønirnar eru:
M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan
M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagurbókmentir
M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir
M.A. Jacobsens virðisløn fyri annað mentanaravrik
Kvinnukórið Fljóðljóð syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðar vælkomin.
Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.