Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg runt umkring har tey kannaðu ferðsluna. Og útslitið var at heili 11 bilførarar fingu bót, og fleiri av teimum fingu eisini klipp í koyrikortið - og hjá einum kann koyrikortið vera í vanda.
Við ein skúla í Havn fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið tí teir høvdu børn í bilinum, uttan at seta tey í trygdarbelti ella á barnasetur
Í Eysturoy fingu tríggir bilførarar 1.500 krónur í bót, umframt klipp í koyrikortið fyri at tosa í fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Har fekk eisini ein bilførari bót tí bæði nummarplátuljósið, og ein parkeringsljós vóru brostin.
Í Runavík fær ein bilførari bót tí hann helt ikki víkiskylduna og rendi á eitt prutl. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaðið hendi og tað var væl sloppið.
Tá ið slík óhapp henda, har víkiskyldan ikki verður hilin, og tað endar við samanstoyti, verður viðhvørt lagt upp til, at bilførarin skal missa koyrikortið - men í minsta lagi fær hann klipp í koyrikortið.
Í miðbýnum í Havn vóru tað aftur tveir bilførarar, sum royndu at sníkja seg inn á parkeringsplássið við ráðhúsið við at koyra inn um skeltið sum vísir, at innkoyring er bannað. Tað fáa teir bót og klipp í koyrikortið fyriímóti.
Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra við tveimum uppslitnum dekkum og tað kostar 1.000 krónur í bót - fyri hvørt dekkið.
Og í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót, annar fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær og hin fyri ikki at sita í trygdarbelti.