Ongi úrslit

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar: Hava funnið smyrjiolju í keks

Áki Bertholdsen
30. apríl kl. 09:36

Soleiðis síggja keksirnar út, sum ávarað verður ímóti

Heilsufrøðilig Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av keks, sum eisini er at fáa í handlum í Føroyum.

talan er um »Sky Flakes Crackers Snack Pack 250 g« sum nú verður afturkallað og orsøkin er, at tað er ov nógv av moah í keksunum. MOAH er eitt felagsheiti fyri mineraloljur ella smyrjioljur, hydraulikoljir og annað. Hesar keksirnar eru gjørdar á Filipsoyggjum.

Talan er um sendingarnar, ið eru best fyri 03.08.2026 og 04.08.2026.

Matvøru kunnu verða dálkaðar frá pakningi, tilsetingarevnum ella frá lekum í allari framleiðsluni, heilt frá landbúnaðarmaskinunum til framleiðsluútgerðina.

Tað er eingin bráðvandi av at fáa moah í seg, men fáa fólk hesi evnini í seg í longri tí, kann tað elva til krabbamein.

Heilsufrøðiliga Starvstovan mælir teimum, sum hava hesar keksirnar liggjandi, um at koyra tær í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

22 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47