Ongi úrslit

Heilsugransking í Føroyum: Nýggj vísindasiðseminevnd skipað

Vísindasiðseminevndin er vald av nýggjum fyri næstu fýra árini. Nevndin skal tryggja álitið á heilsugransking í Føroyum.

Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Vísindasiðseminevndin er nú vald av nýggjum fyri komandi fýra árini. Nevndin hevur skipað seg við Marneri Fríðheim Kristiansen, lækna, ph.d. og høvuðsútbúgvingarlækna í arbeiðsmedicini, sum forfólki.

Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san og leiðari á Nánd, er vald til næstforfólk.

Skal tryggja álitið á gransking

Á fyrsta fundinum heilsaði nevndin upp á Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.

Hon sigur, at Vísindasiðseminevndin hevur eina týdningarmikla uppgávu í at tryggja álitið á heilsugransking í Føroyum.

Nevndin er annars mannað við Eina Hansen Eliasen, Hilmari Augustinussen, Marjuni A. Lómaklett, Sólju í Ólavstovu og Torkili á Steig.

Fýra varalimir valdir

Varalimir eru Anna Borg Dahl, Jákup N. Olsen, Niclas Eysturoy og Tórunn Højgaard Ósá.

Samstundis takka landsstýriskvinnan og Heilsu- og orkumálaráðið Gunnhild Helmsdal, Kára Purkhús og Jóhannu Petersen fyri arbeiðið í nevndini. Tey halda ikki fram.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03