Ætlanin um at byggja Heilsumiðstøðina í Vági um og út er nú komin eitt stig nærri veruleikanum. Kommunurnar hava sett pening av á fíggjarætlanini til at fyrireika og leggja til rættis byggiarbeiðið.
Betri umstøður hjá borgarum og starvsfólki
Sambært Vágs kommunu hevur verkætlanin stóran týdning fyri framtíðar heilsutænasturnar í Suðuroynni.
Endamálið er at skapa betri umstøður hjá bæði borgarum og heilsustarvsfólki og tryggja, at heilsumiðstøðin kann nøkta framtíðar tørvin.
Borgarstjórin fegnast
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, fegnast um, at verkætlanin nú kann koma víðari.
– Hetta er eitt týðandi stig, og okur gleða okum til, at arbeiðið kann koma víðari, og at verkætlanin kann gerast veruleiki, sigur Bjarni Johansen.
Vágs kommuna upplýsir ikki, hvussu nógvur peningur er settur av til fyrireikingararbeiðið, ella hvussu nógv um- og útbyggingin væntandi fer at kosta.