Heilsutrygd søkir sjey kommunulæknar til trý heilsuøki í Føroyum. Trý størv eru í Norðoyggjum og Eysturoynni, tvey í Vestmanna og Vágum og tvey í Suðuroy.
Størvini eru í Klaksvík, Fuglafirði og Gøtu, Vestmanna, Miðvági og á Tvøroyri.
Eyka løn skal lokka læknar til Suðuroyar
Í Suðuroy eru tvey kommunulæknastørv leys á læknamiðstøðini á Tvøroyri. Har starvast frammanundan tveir fastsettir kommunulæknar. Heilsuøkið fevnir umleið 4.470 borgarar.
Ein serlig lønarskipan er galdandi í Suðuroy. Kommunulæknar í føstum starvi fáa eitt hálvt grundgjald eyka oman á vanligu lønina.
Í Klaksvík eru tvey størv leys, og eitt starv skal vanliga røkjast bæði í Fuglafirði og Gøtu.
Eitt starv er leyst í Vestmanna, og í Miðvági verður ein nýggj kommunulæknaviðtala sett á stovn. Borgarar verða fluttir úr teimum báðum verandi viðtalunum í Miðvági til ta nýggju.
Møguleiki at arbeiða niðursetta tíð
Heilsutrygd letur eisini upp fyri, at fleiri kommunulæknar kunnu samstarva um eina ella fleiri viðtalur.
Soleiðis kunnu læknarnir býta arbeiðsbyrðuna sínámillum og arbeiða niðursetta tíð.
Læknarnir hava tó felags ábyrgd av, at viðtalurnar verða røktar, eisini tá ið onkur er sjúkur ella hevur annað forfall.
Umsøkjarar skulu hava serlæknagóðkenning í almennum medisini ella vænta at fáa hana í næstum.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. november 2026.