Heilsu- og orkumálaráðið ætlar at flyta alla umsitingina av heilsutrygdargjaldinum til TAKS.
TAKS krevur longu gjaldið inn, men Heilsutrygd ber kostnaðin og hevur formligu ábyrgdina. Sambært ráðnum er skipanin ógreið, tí vald, ábyrgd og gjald ikki fylgjast.
Við lógarbroytingini fær TAKS ábyrgdina av innkrevjingini, kostnaðinum og málsviðgerðini. Borgarar skulu sostatt ikki longur venda sær bæði til Heilsutrygd og TAKS um sama gjald.
TAKS skal viðgera undantøk
TAKS skal eisini viðgera umsóknir um undantak frá heilsutrygdargjaldinum. Stovnurin fær heimild til at útvega sær upplýsingar frá øðrum viðkomandi myndugleikum.
Hevur ein persónur givið skeivar upplýsingar ella tagt um viðkomandi umstøður, kann TAKS krevja inn gjaldið, sum viðkomandi av órøttum ikki hevur goldið.
Sambært uppskotinum skulu somu freistir galda fyri heilsutrygdargjaldið sum í skattamálum.
Høvuðsreglan verður, at broytingar ikki kunnu gerast meira enn trý ár aftur. Eru serligar umstøður, kann tó verða farið longri aftur.
Tvær milliónir krónur flytast til TAKS
Lógarbroytingin verður mett at vera útreiðsluneutral. Umleið 2 mió. kr. xskulu flytast úr játtanini hjá Heilsutrygd til TAKS. Samstundis fær TAKS varandi fleiri arbeiðsuppgávur.
Uppskotið varð áður lagt fyri Løgtingið, men fall burtur, tá val varð útskrivað. Ætlanin er at leggja tað fram aftur í heyst. Ummælisfreistin er 27. juli 2026.