Ongi úrslit

Heimsstjørna og Føroya Symfoniorkestur í Løkshøll

Antje Weithaas er av størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð, og vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við henni”, sigur orkesturstjórin Hans Petur í Brekkunum

runavik.fo
8 tímar síðan

Týski violinleikarin Antje Weithaas, sum í 2025 fekk heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá ”OPUS Klassik”, verður solistur til heystkonsertirnar við Føroya Symfoniorkestri. Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll ávikavist 26. og 27. september kl. 19.30. og kl. 16.00.

”At tað hevur eydnast at fáa Antje Weithaas at spæla við symfoniorkestrinum er heilt fantastiskt. Tað er ikki á hvørjum degi vit fáa slíkar vitjanir. Catherine Larsen-Maguire kennir Antje, og gjøgnum Catherine hava vit fingið samband við hana. Antje Weithaas er av størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð, og vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við henni”, sigur orkesturstjórin Hans Petur í Brekkunum.


Violinkonsert – Ludvig van Beethoven
Víðagitna violinkonsertin, er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði. Violinleikarin Franz Clement frumframførdi konsertina í 1806. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844. Tá spældi bert 12 ára gamli evnaríki Joseph Joachim framførdi verkið saman við ”London Philharmonic Society” undir leiðslu av  Felix Mendelssohn.
Í dag er violinkonsertin víðagitin.


Symfoni nr. 60 - Joseph Haydn
Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til skemtileikin Le Distrait - gloymski maðurin eftir franska leikritahøvundin Jean-François Regnard.

Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum er, at tað er í seks satsum - ein symfoni hevur vanliga fýra satsir.


Sound and Fury - Anna Clyne
Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. “Scottish Chamber Orchestra”, ”Auditorium-Orchestre national de Lyon” og ”Hong Kong Sinfonietta” bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh.
Anna Clyne er fødd í London í 1980. Hon var sjey ára gomul, tá ið hon skrivaði fyrsta verkið.
Hon hevur lisið tónleik á “University of Edinburgh” og á “Manhattan School of Music”.
 

Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK)
Solistur: Antje Weithaas (DE)

 

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

9 tímar síðan