Føroyski íverksetin Heini Zachariassen, sum er ein av stovnarunum av altjóða vínappini Vivino, verður høvuðsrøðari á einum vinnutiltaki hjá Føroya Tele í Hoyvík 5. november.
Undir heitinum Vinnan áðrenn og eftir vitlíki fer hann at greiða frá, hvussu vitlíki broytir fortreytirnar fyri at reka og menna fyritøkur.
Ein av høvuðsspurningunum verður, hvussu stór ávirkanin á vinnulívið verður komandi árini, og hvussu fyritøkur kunnu gagnnýta nýggju møguleikarnar.
Frá Vivino til vitlíki
Heini Zachariassen hevur drúgvar royndir sum íverkseti í altjóða tøknivinnuni.
Hann er serliga kendur sum ein av stovnarunum av Vivino, sum er ein av heimsins størstu vínappum.
Áðrenn Vivino var hann við til at stovna KT-trygdarfyritøkuna BullGuard, sum menti loysnir til verju móti teldusníkum og skaðiligum forritum.
Í 2025 fór hann undir nýggju verkætlanina Vota, eina app, har brúkarar kunnu samanbera matstovur og geva teimum ummæli.
Á vinnutiltakinum fer hann fyrst at greiða frá síni leið sum íverkseti. Síðani verður sofaprát um, hvussu vitlíki kann broyta vinnulívið.
Óluva Zachariassen verður orðstýrari.
Ókeypis tiltak við avmarkaðum plássi
Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele á Klingruni 3 í Hoyvík hósdagin 5. november.
Dyrnar lata upp klokkan 13.30, og tiltakið byrjar klokkan 14.00.
Eftir fyrilesturin og sofaprátið verður ábit og høvi at hitta onnur úr vinnulívinum.
Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, men neyðugt er at melda seg til, tí plássið er avmarkað.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Føroya Tele.