Nýggj gransking frá Marine Biological Association bendir á, at metstóra innrásin av áttaarmaðum høgguslokki (Octopus vulgaris) í bretskum sjógvi kring Cornwall og Devon kann vera varandi, skrivar BBC.
Granskarar halda seg hava prógvað, at hesin høgguslokkurin nú nørist í bretskum sjógvi, og tað fær serfrøðingar at halda, at henda innrásin er øðrvísi enn tær undanfarnu.
Samtíðis hevur innrásin kollvelt fiskivinnuna. Fyrst tømdu høgguslokkarnir hummara- og krabbapottar hjá fiskimonnum, men nú gevur fiskiskapurin eftir hesum høgguslokkunum metstórar inntøkur.
Á fiskamarknaðinum í Brixham vórðu 103 tons seld herfyri fyri meira enn 4,4 milliónir krónur. Tað er nýtt met.
Nøring broytir støðuna
Dr. Bryce Stewart frá Marine Biological Association sigur, at kaldir vetrar áður hava hildið stovninum niðri. Men slíkir vetrar hava ikki verið í Bretlandi seinastu 15 árini.
Sambært Dr. Bryce Stewart síggja fólk nú eisini smáar ungar av høgguslokkinum. Tað er tekin um, at djórið nú nørist í bretskum sjógvi. Hann metir tí, at støðan nú er øðrvísi enn áður.
Fiskivinnan vend upp og niður
Fiskimenn siga, at skeljadjóravinnan er hart rakt av innrásini. Summar dagar er veiðan eftir hummara og krabba nógv minni enn áður. Samstundis fáa fiskimenn nú tríggjar til fýra ferðir størri inntøkur við at veiða áttaarmaðan høgguslokk heldur enn skeljadjór. Sambært fiskivinnuni verða upp ímóti 200 tons av høgguslokki landað hvørja viku.
Nú er veiðan eftir áttaarmaðum høgguslokki vorðin so stór, at myndugleikarnir í Cornwall ætla at avmarka talið á bátum, sum sleppa at fiska eftir høgguslokki.