Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur verið í Shanghai í Kina har hann hevur umboðað Føroyar á stóra altjóða tiltakinum, WorldSkills.
WorldSkills International er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri at menna yrkisførleikar og styrkja støðuna hjá yrkisútbúgvingum.
Ein týðandi partur av virkseminum er heimsmeistarakappingin í yrkisførleikum, har ung faklærd og lærlingar kappast innan nógv ymisk yrki. Samstundis er WorldSkills ein pallur fyri fakligt samstarv og vitanardeiling.
Skills Føroyar er eitt samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, yrkisskúlarnar og aðrar samstarvspartar. Endamálið er millum annað at skipa líknandi kappingar í Føroyum og gera yrkisútbúgvingarnar sjónligari og meira áhugaverdar hjá ungum.
Málið er, at Føroyar gerast fullgildigur, sjálvstøðugur limur í WorldSkills International og tað ynskið hevði Bárður á Lakjuni eisini við sær til Shanghai.
Við sær hevði hann eina skrivliga váttan frá danska Undirvísingarmálaráðnum, sum stuðlaði føroysku umsóknini. Váttanin staðfestir, at útbúgving er føroyskt málsøki, at føroyska yrkisútbúgvingarskipanin er sjálvstøðug og at Danmark einki hevur ímóti sjálvstøðugum føroyskum limaskapi.
– Hóast henda stuðul rendu Føroyar seg aftur í kenda múrin, sigur Bárður á Lakjuni.
– Á fundinum var boðskapurin frá leiðsluni, at einans fullveldisríki, sum eru á limaskránni hjá ST, kunnu gerast nýggir limir í WorldSkills International, sigur hann.
— Hetta er sama grundleggjandi forðing, sum Føroyar møta í arbeiðinum fyri sjálvstøðugari luttøku í Olympisku leikunum, leggur hann afturat.
Men hann sigur, at hóast málið um limaskap ikki varð rokkið hesa ferð, var ferðin væleydnað.
– Føroyska ynskið varð lagt beinleiðis fram fyri leiðsluna, sambond vórðu knýtt, og Føroyar vóru sjónligar í altjóða samstarvinum um yrkisútbúgvingar, sigur landsstýrismaðurin.
– Vitjanin var sostatt eitt stig á leiðini í arbeiðinum fyri at geva føroyskum ungum atgongd til altjóða yrkisførleikakappingar undir egnum flaggi, sigur Bárður á Lakjuni.