Ongi úrslit

Helen heldur ikki fram í TB

Hon gjørdist í heyst fyrsta kvinnan, sum gjørdist høvuðsvenjari hjá einum liði í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í einum UEFA-limalandi, men nú er greitt, at Helen Lorraine Nkwocha gevst sum ungdóms- og høvuðsvenjari í TB

Sigurjón Einarsson
21 tímar síðan

TB skal hava nýggjan høvuðsvenjara og høvuðsungdómsvenjara. TB skrivar á sínum Facebook-vanga, at felagið takkar henni fyri tíðina í TB og ynskir henni alt tað besta:

“Í sambandi við, at okur skulu siga farvæl við Helen, ynskir nevndin at bjóða øllum venjarum og spælarum til eina hugnaløtu við Stórá í morgin 25/11 kl. 15.00, har tykur fáa høvi at heilsa uppá Helen, takka fyri tíðina hon hevur verið í TB og ynskja henni blíðan byr, nú hon fer víðari til nýggjar og spennandi avbjóðingar”.

Helen L. Nkwocha kom til TB fyrst í árinum, tá at hon var sett sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB, men hon gjørdist høvuðsvenjari tann 22. september, eftir at TB og Lars Hage Heiliger høvdu steðga samstarvinum.  

Helen gjørdist sostatt fyrsta kvinnan nakrantíð, ið er høvuðsvenjari hjá einum liðið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í einum UEFA-limalandi, tá hon átøk sær venjarauppgávuna sum høvuðsvenjari í TB, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.

Tá tann 45-ára gamla Helen, sum er fødd í London, fekk bjóðað starvið sum høvuðsvenjari fyri TB, so ivaðist hon ongantíð.

– Mær nýttist ikki at hugsa meg um tvær ferðir. Eg segði ja beinavegin, segði hon í samrøðu við BBC Sport í heyst.

– Tað var ymiskt, hvat fyri reaktiónir fólk høvdu vegna mítt kyn, men eg vandi meg við tað. At venja eitt manslið er ikki nakað nýtt fyri meg. Eg havi arbeitt við fleiri mannfólkum enn kvinnum í míni yrkisleið. Einasti munurin er, at tað nú er á einum hægri støði, segði hon í samrøðuni við BBC Sport.

TB endaði hetta kappingarárið nummar tíggju í Betri Deildini við bert trimum stigum, og skal komandi kappingarár spæla í næstbestu deildini.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30