Ongi úrslit

Helga Ellingsgaard er nýtt forfólk í HB

Í kvøld var eykaaðalfundur í HB-húsinum. Áhugin var stórur, og húsið var fullsett. Átta fólk eru nú í starvsnevndini, sum er farin til verka í kvøld

Havnar Bóltfelag
4 tímar síðan

Tíðindaskriv:

Afturat Helgu Ellingsgaard, ið er forfólk, eru eisini Vagnur Mohr Mortensen, ið er næstforfólk, Gestur Hovgaard, ið er peningarøkil, Eydna Skaale, skrivari, Hans á Lag, Elin Christiansen, Høgni Berg og Liljan av Fløtum.

Felagsnevnarin fyri nevndina er, at øll eru góð við HB og hava sterkt tilknýti til felagið – eitt nú sum leikarar, venjarar, nevndarlimir, úr HB-stuðlum, sum foreldur og áhugað annars.

- Vit hava øll fingið nógv gott í HB og vilja fegin geva nakað aftur. Tað er orsøkin til, at vit hava stillað upp til nevndina, nú hendan óvæntaða støðan íkom, og undanfarna nevnd legði frá sær, sigur Helga Ellingsgaard, sum í kvøld er vorðin nýtt forfólk í HB.

Byggja á samstarv

Nýggja nevndin hevur havt fyrsta fund í kvøld. Fyrsta uppgávan verður at seta seg inn í mongu viðurskiftini, sum hoyra til eitt so stórt felag – bæði ítróttaliga og umsitingarliga.

- Vit vilja halda fram við góða arbeiðinum frá undanfarnu nevnd og byggja víðari á samstarvið við góðu stuðlarnar, tey mongu sjálvbodnu og fólk annars, sum eru um felagið.

Sum heild vil nevndin leggja dent á trivnað, breidd og felagsskap, sum skulu vera sterk í HB. Ein nevnd er einki í sær sjálvum, og tí er alneyðugt at venjarar og onnur sjálvboðin fáa góðar karmar, so HB áhaldandi verður eitt breitt og burðardygt felag.

Tað liggja stórar uppgávur fyri framman. Fyrstu avbjóðingarnar verða longu 23. og 30. juli, tá ið menninir spæla ímóti Motherwell – og síðani, tá ið summarferian endar, og øll liðini hjá HB fara aftur at kappast.

- Vit vóna, at øll, sum eru góð við felagið framhaldandi vilja stuðla HB. Fyrst monnunum, nú teir skulu royna seg í Conference League, men annars felagnum sum heild – og ikki minst okkum nývaldu í nevndini. Okkara partur skal í øllum førum ikki liggja eftir, sigur Helga Ellingsgaard vegna nevndina.

 

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

Í gjár kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30