Ongi úrslit

Helt ikki víkiskylduna og rendi á

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjár var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík á krossvegnum við Nýggjaveg mitt í Klaksvík.

Har helt ein bilførari ikki víkiskylduna og rendi á ein annan bil. Nakað av skrokkskaða var, men eingin fólkaskaði.

Løgreglan sigur, at sýnið er eitt sindur vánaligt við krossin, men tað er ivasamt um tað hjálpir bilføraranum, sum rendi á.

Tá ið slík óhapp henda, har bilførari ikki heldur víkiskylduna, kostar tað minst eitt klipp í koyrikortið. Men tá ið tað endar við samanstoyti, hendir tað seg eisini, at bilførarin missur koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

22 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58