Ongi úrslit

Hendan ætlanin hjá samgonguni er til teir múgvandi pensjónistarnar

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Hetta er ein ætlan sum fer at koma teimum vælløntu pensjónistunum til góðar.

Tað heldur Áhugabólkur Pensjónista, nú samgongan ætlar at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv pensjónistar kunnu tjena, áðrenn teir missa burtur av pensjónini.

Í dag kunnu pensjónistar tjena 61.900 krónur, áðrenn teir missa burtur av pensjónini, men samgongan ætlar at hækka tað upp í 300.000 krónur. Hetta fer at kosta landskassanum einar 50 milliónir um árið.

Les meiri her: Fólkapensjónin og fyritíðarpensjónin eru púra afturúrsigld

Tey í Áhugafelag Pensjónista hvør tað er, sum fer at fáa nyttu av hesum.

– Svarið er, at. tað verða vælløntir fólkapensjónistar og ikki teir umleið 1.200 sera láginntøku fólkapensjónistar, hvørs tøka inntøka er 170.276 kr. um árið, sigur Áhugafelagið.

Men tey halda kortini, at hámarkið eigur at verða hækkað. Hámarkið eigur at verða hækkað úr teimum 69.100 krónunum, sum tað er nú, upp í 106.000 krónur so at tað er tað sama sum hjá fyritíðarpensjónistum.

Tað eigur samgongan at gera heldur enn at nýta 50 milliónir krónur uppá at hækka upphæddina hjá ríkum fólkapensjónistum, ið hava arbeiðsinntøku upp á yvir 300.000 kr. um árið, sigur Áhugafelag Pensjónista.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

6 tímar síðan

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20