Ongi úrslit

Herbergini eru full næstan hvørja einastu nátt

Herbergið í Havn
Áki Bertholdsen
9. juni kl. 10:17

Tað eru ikki so fá fólk, sum ongastaðni hava at vera uttan á einum herbergi. Og nýggj tøl hjá Hagstovuni vísa eisini, at herbergini eru full at kalla hvørja nátt.

Tað er tvær staðni í Føroyum, at heimleys kunnu gista um næturnar, tað er á herberginum í Havn og umsorganarheiminum hjá Soli Deo Gloria, í Klaksvík.

Og ein uppgerð frá Hagstovuni vísir, at har er at kalla fullsett hvørja nátt, tí nýtslustigið liggur á 100 prosent, ella heilt upp ímóti tí, hvørja einastu nátt.

Hagtølini vísa, at støðan hevur verið rættiliga støðug hesi seinastu tvey árini. Frammanundan tí, svingaðu tølini rættiliga nógv, men fyrst í 2024 hendi ein týðilig broyting og síðani hava herbergini verið at kalla fullsett hvørja einastu nátt.

Men eitt skifti í 2022 var eisini ein serlig støða, tí tá var nýtslustigið oman fyri 150 prosent.

Martin Kúrberg, leiðari á herberginum í Havn, sigur, at hjá teimum er rættiliga ofta yvirfylt, tí har hava tey pláss fyri níggju fólkum um náttina, men tað er javnan, at tey reiða upp á madrassum, so at tey eru væl fleiri enn tað um næturnar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Bønarløta á Oyggjarvegnum

11 tímar síðan

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30