Ongi úrslit

Heri prestur fyllir 70 ár

Hann er ættaður úr Svínoy og er prestur í Vesturkirkjuni

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Í dag er mikkjalsmessa. Heri Jógvan Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoya vestara prestagjaldi hevur føðingardag á mikkjalsmessu. Hann varð føddur í 1956 og verður sostatt sjeyti ár ídag.

Heri hevur seinastu 28 árini verið prestur í Vesturkirkjuni og hinum kirkjunum, sum hoyra til kallið. Hann er tiltikin at kenna væl fólk og slekt og ætt, og tað eru mangan boð eftir honum. Umframt at taka sær av kirkjuligu tænastunum, so eru tey so mong, sum heita á hann at taka sær av hjúnarvígslum og jarðarferðum, og í ymsum høpum uttanfyri kirkjugátt verður ofta heitt á hann.

Tað var í Svínoy, at vøggan stóð. Heri hevur tikið bygdarmentanina við sær, soleiðis sum hon var, tá ið hann vaks upp. Hann dugir væl at brúka sítt fedranna upphav og sínar lívsroyndir, so tað bæði er læruríkt og undirhaldandi at lurta.

Tað var á gudfrøðideildini, sum tá var á Fróðskaparsetrinum og seinni á lærda háskúlanum í Reykjavík, at Heri las gudfrøði. Í Reykjavík hitti hann konuna Birnu Steingrímsdóttir, sum las búskaparfrøði. Hon er ættað úr sveitini á Norðurlandinum. Nú arbeiðir hon sum búskaparfrøðingur í almenna- og bústaðarmálaráðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49