Ongi úrslit

Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur

Birgir Kruse
1 tími síðan

Kasper Kalle er leikstjóri, nú vit í næstu viku sleppa at síggja "No Rest for the Wicked". Hann stendur á bryggjukantinum aftanfyri Sofiu Nolsøe Mikkelsen, sum er Ásla, Pilou Asbæk, ið er Helgi og Egor Venned, sum er Baldur. Foto Christian Geisnæs.

Í dag gevur danska filmstíðarritið, Ekko, filminum fimm stjørnur. Eisini í Montreal hevur filmurin fingið hópin av framúr góðum ummælum í kritisku pressuni og borið hann saman við filmar hjá Robert Eggers. Nú verður filmurin sýndur á 25 altjóða filmstevnum.

Framleiðari er SF Studios, hin størsti í Norðurlondum. Hinir báðir framleiðararnir eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi.

Í 1980'unum gjørdist eg bilsin, tá ein týskari frá filmstevnuni í Berlin, Wieland Speck, vitjaði Filmsfelagið við klassiskt gotisku søguni ”Manor”, sum í smálutum lýsti Føroyar, og seinni kom út í týddari útgávu. Hvussu kom henda sermerkt fantastiska søga á tína leið?

 - Fyri fimm árum síðan hevði eg eitt hugskot um ein spælifilm, og royndi at finna rætta framleiðaran til filmin. Tað var í tí sambandi at eg vitjaði Lars Bredo Rahbek, tí eg kendi á mær, at hann kundi vera eitt gott match. Hann las hugskotið og segði, at hann kendi eina stuttsøgu, "Manor", frá 1884, ið fór fram í Føroyum, og í fleiri førum minti um mítt hugskot. Lars hevði í fleiri ár roynt at fáa gjørt film úr søguni, men hevði ikki eydnast at finna rætta leikstjóran. Eg las søguna, og varð beinanvegin áhugaður, tí hon fevndi um alt tað, eg elski, tá eg geri film. Stórbara náttúru, kærleika og nøtrandi bangilsi, sigur Kasper Kalle.

Hvat hevði tað at siga fyri teg, at gera film úr júst hesi søgu?

- Eg sá meg sjálvan í høvuðsleiklutinum í søguni. Eg kendi sama longsul á mær og eisini knýtið til móðurina. Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur, og sjálvur haldi eg, at hetta er ein týdningarmikil søga, at siga. Hóast filmurin snýr seg um kærleikan millum tveir menn, so er søgan samstundis universel. Øll vilja verða góðkend og aksepterað sum tað, tey eru, og flestu okkara kenna ólukkuligan ella í minsta lagi torføran kærleika.

Eg eri úr einum lítlum býi í Jútlandi og vaks upp í eini tíð uttan internet. Eg kendi meg ógvuliga einsamallan, og eg hevði ongan at tosa við um mínar kenslur. Tað er ein kensla av einsemi, sum eg eisini kenni í filmiska høvuðsleiklutinum. Hóast hann elskar móðurina og livir í pagt við bygdarfólkið, so er nakað, ið hann saknar. Tað kenni eg aftur í mær sjálvum, og júst ta kensluna hugsi eg, at fleiri munnu kenna aftur.

Hví heitið ”No Rest for the Wicked”?

- Heitið er úr Bíbliuni. Ikki orðarætt, tí hon er broytt og lagað til á fólkamunni, men heitið er úr einum bíbliuørindi hjá Jesaja. Trúgv fyllir nógv í okkara filmi, og eg haldi, at hetta ørindi hóskar so væl til søguna. Tí hvør er "the wicked"? Eru tað teir báðir forelskaðu menninir, ella eru tað tey, ið ikki kunnu góðtaka teirra kærleika? Og hvør er tað, ið ikki kann finna hvílu?

Vóru Føroyar altíð sjálvsagdi karmurin, tá tú hugsaði um søguna?

- Tað hevur altíð verið okkara ynski, at filmurin varð tikin og fór fram í Føroyum. Fyrst fyri at vera trúgvur móti søguni, sum fer fram í Føroyum. Og so vóru vit so nógv í Føroyum, at skriva søguna til film. Og endaliga fingu vit høvið at læra mentanina og føroyingarnar at kenna, so samstarvið millum fólk úr Føroyum og Danmark bleiv tætt og nærlagt.

Tað er vert at geva sær far um, at hóast framleiðslufelagið er danskt, so er størra helvtin av filmsliðnum føroysk. Tað vil siga, at hetta er eisini í stóran mun ein føroyskur filmur. Fólk úr Føroyum hava verið við í fakligu viðgerðini av handriti, búnum, rekvisittum, locations og sjálvandi at fáa dialogin at sita eisini. Ja, alt samalt í filmsgerðini. Tess betri og tættari samstarvið bleiv, týdningarmiklari gjørdist tað, at vit løgdu alt fyri, at gera ein so vakran film, sum til bar í Føroyum.

Tað er týdningarmikið fyri meg og alt filmsliðið, at málið sjálvsagt er á føroyskum við føroyskum leikarum. Og eg stóð eisini fast uppá, at føroysk tónaskøld skuldu gera tónleikin. Tí tónleikur er so týðandi at skapa kensluna í einum filmi, og tónleikur er eitt so avgerandi eyðkenni, at skapa kensluna í einum landi, so tað hevði verið heilt skeivt, um danskarir gjørdu tónleikin, ella bretar og amerikanarar. Eg eri fegin um, at vit hildu fast í tí kravinum, tí eg haldi at tónleikurin er ómetaliga vakur í filminum.

Hvussu hevur samstarvið, listarliga og framleiðsluliga, gingið?

- Persónliga, hjá mær sum leikstjóra, vil eg siga, at samstarvið stutt sagt hevur verið heilt fantastiskt! Hondina á hjartað, so havi eg aldri upplivað nakað lið, ið hevur lagt so nógv fyri og arbeitt so hart, sum hetta filmsliðið. Tað er tó ikki nøkur loyna, at tað eisini hevur verið serstakliga krevjandi at gera filmin, tí veðrið í Føroyum kann skifta frá eini løtu til aðra, og tað er tað ringasta, ið kann raka eina upptøku. Men bæði tað føroyska og tað danska liðið hava givið alt, tey maktaðu, og vit høvdu aldri kunna gjørt filmin, um ikki liðið hevði arbeitt so væl saman, og fólk ikki høvdu rætta viljan, at vinna á trupulleikum, sum tóku seg upp.

Eg upplivdi eina ótrúliga stóra vitan og kreativt snildi, at gera teir mest fantastisku búnar, at finna rekvisittir og røttu upptøkustøðini. Tað vóru veruliga kompetent menniskju, vit arbeiddu saman við í Føroyum, eisini tí at tey vistu alt um søguna, og kundu gera teir vakrastu lutir heilt niður í tað minsta.

Og hvat framleiðslu viðvíkur, so hevði eg ta fatan, at hóast vit komu út í onkrar heilt ómøguligar trupulleikar, sum ikki kundu loysast, so var tað altíð ein, ið kendi ein, ið júst kundi hjálpa okkum. Vit upplivdu allastaðni, har vit komu, eitt ótrúligt hjálpsemi, á ein heilt annan máta enn í Danmark, og tað er akkurát tí, at hesin filmur eydnaðist.

Fremsti eginleiki er heilt klárt, at øll vilja hjálpa, og kenna altíð ein, ið kann loysa eina trupla støðu, sum er íkomin. Og so er tað sjálvandi hin fantastiska náttúran. Tí hóast tað er ein avbjóðing at filma í skiftandi føroyska veðrinum, so er stórbara náttúran altíð nakað heilt serligt.

´Til dømis fyrstu ferð eg var úti í Koltri. Vit høvdu leitað eftir eini bygd, har húsini vóru lagað úr steini, har okkara høvuðspersónur skuldi búgva, men vit funnu ikki eitt hóskandi stað, sum var heilt avgerandi at bera filmin. Tá vit komu út í Koltur, skein sólin, og eg setti meg millum steinhúsini og hugdi meg íkring. Tað er av sonnum tað vakrasta stað, eg havi verið, og eg bleiv heilt rørdur. Vit høvdu aldri funnið nakran stað, sum Koltur, ongastaðni í verðini.

Eru serligar viðmerkingar og eygberingar, tú hevur tikið til tín, tá filmurin hevur verið vístur í útlandinum?

- Vit hava verið serstakliga heppin, hvussu áskoðarar og ummælarar hava tikið ímóti filminum, har vit hava víst hann. Ummælini hava verið ótrúliga góð. Fólk hava serliga lagt til merkis dámin og huglagið í filminum, sum er heilt serligt, og tað at vit vága okkum at tvinna eina stóra kærleikssøgu við eina nøtrandi gotiska ræðusøgu og halda henni upp móti føroysku náttúruni. Tilsamans er tað heilt greitt styrkin í filminum.

Hevur tú eitt stikkorð til føroyska áskoðaran, sum nú fær høvið at síggja ”No Rest for the Wicked”?

- Eg vóni, at fólk í Føroyum fara at taka eins væl ímóti filminum, sum tey tóku móti okkum. Tað hevur verið ein fantastisk uppliving, at gera henda filmin, sigur leikstjórin Kasper Kalle.

"No Rest for the Wicked" verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 2. Septembur, tá Eiler Fagraklett fer at innleiða. Dagin eftir, 3. septembur, verður almenn frumsýning í Havnar Bio og í Salt, og dagin eftir, 4. september, verður filmurin aftur sýndur í Havnar Bio, og 8. septembur í Løkshøll.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01