Tað er arbeiðsfólkið á teimum størstu og sterkastu fyritøkunum, sum fáa nógv mest úggjald úr Fiskavirkisskipanini hjá Als.
Tað vísir ein uppgerð hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu.
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur biðið landsstýriskvinnuna greiða frá, hvørjar 10 tær størstu fyritøkurnar eru, sum fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini.
Margit Stórá sigur, at upphæddirnar, sum eru goldnar úr Fiskavirkisskipanini, síggjast í talvuni niðan fyri
Í talvuni niðan fyri er eitt yvirlit yvir 10 tær størstu fyritøkurnar, hvørs arbeiðsfólk fáa mest úr skipanini. Men landsstýriskvinnan vísir á, at eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld eru ikki við í upphæddunum, so veruligu upphæddirnar eru tí nakað hægri enn í talvuni, tølini eru fyri 2024 og 2025.
Ein stórur trupulleiki
Margit Stórá heldur, at tað er ein stórur trupulleiki, at vit hava so nógv fólk, sum fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini hjá ALS, tá ið arbeiðsloysið er so lágt, sum tað hevur verið tey seinastu árini.
– Tá hevði tað verið skynsamari, um fólkini fóru til arbeiðis har, sum tað er veruligur tørvur á teirra arbeiðsmegi, sigur hon.
Men hon dugir eisini væl at síggja, at fiskavirkisskipanin er avgerandi fyri, at summi av fiskavirkjunum kunnu bera seg yvirhøvur.
Upprunaliga endamálið við fiskavirkisskipanini var, at hon skuldi tryggja fólki á fiskavirkjum, har arbeiðið er skiftandi alt eftir hvussu fiskiskapurin er, eina rímiliga inntøku.
Men Sum tað sæst í talvuni eru teir tríggir arbeiðsgevararnir, hvørs arbeiðsfólk fáa mest útgoldið úr fiskavirkisskipanini, ali- og uppisjóvarvirkir.
Framleiðslan á kryvjivirkjunum í alivinnuni er ikki tengd at veiðini hjá fiskiskipum, og framleiðslan verður í stóran mun løgd til rættis langt fram í tíð.
Og hjá uppisjóvarvirkjunum og í fiskamjølframleiðsluni er tíðum talan um nógv arbeiði í ávís tíðarskeið. Av tí sama kann arbeiðsfólkið tjena eina miðal ársløn upp á lutfalsliga stutta tíð.
– Spurningur kann setast við, um tað er rímiligt, at tey, sum hava eina somikið høga inntøku við at arbeiða á virkinum, eisini skulu fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, tá ið lítið ella onki er at gera á virkinum, sigur Margit Stórá
Skulu broytingar gerast í Als, skal stýrið taka undir við teimum. Landsstýriskvinnan sigur, at tí ætlar hon sær at taka spurningin upp við stýrið fyri ALS, um hvussu fiskavirkisskipanini skal vera í framtíðini.
Skulu vit yvirhøvur varðveita skipanina? Og skulu vit tað, hvussu kann hon gerast skynsamari, eru tveir spurningar hon fer at seta stýrinum.
Sjálv heldur hon at kjakið um at gera fiskavirkisskipanina skynsamari, hóskandi kann byrja við, um munur eigur at verða gjørdur á virkjunum, soleiðis at tað einans vóru tey, sum ikki lættliga kunnu planleggja arbeiðið, sum kundu fingið stuðul úr fiskavirkisskipanini.
Margit Stórá heldur, at ein treyt kann vera, at hava arbeiðsfólkini tjent meira enn eina ávísa upphædd við at arbeiða á fiskavirkinum, skulu tey ikki hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini afturat.