Støðan er ikki nøktandi og eg havi tikið málið um nýtt vaktarskip upp í Landsstýrinum.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hóast vit eru sjóvinnutjóð burtur av, eru vit komin í ta støðu, at bæði vaktar- og bjargingarskipini liggja, og koma ikki í sigling aftur við tað fyrst, kanska ikki fyrr enn eina ferð í oktobur.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spur hann, hvat hann ætlar at gera við støðuna.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er neyðugt at útvega nýtt vaktar- og bjargingarskip og tí hevur hann tikið málið upp, nú landsstýrið skal leggja fíggjarlógina fyri næsta ár, og nú Landsstýrið eisini skal leggja eina langtíðarætlan fyri tey næstu árini.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at Brimil er ikki í sigling, tí umfatandi umvælingararbeiði verður gjørt umborð.
Arbeiðið byrjaði fyrst í august, og er ætlað at taka 10 vikur, ella til einaferð í oktobur.
Men tann 20. august fekk Tjaldrið maskinbrek og hevur ikki verið í sigling síðan, og sostatt luggja bæði skipini
Tað er staðfest, at trýstlegan er farin, men enn er ikki greitt, hvussu umfatandi brekið er. Mest er í ferð við at gera tekniskar kanningar og væntar, at í komandi viku kann farast undir at leggja eina umvæling til rættis.
Síðani verður mett um, nær arbeiðið kann gerast, og hvat tað fer at kosta.
– At motorurin á Tjaldrinum er 50 ár, ger, at tað er sera torført at útvega eykalutir, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at ábendingar eru enntá um, at summir av eykalutunum mugu gerast av nýggjum. Hetta ger, at óvissan er stór bæði viðvíkjandi tíð og kostnaði.
Tá ið Vørn hevur fingið betri yvirlit yvir brekið og umvælingarkostnaðin, verður støða tikin til, hvat gerast skal.
Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi, og er tøkt til leiting og bjarging undir Føroyum.
– Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna, og eg havi eisini tosað við danska verjumálaráðharran um støðuna, sigur Bárður á Steig Nielsen.
– Avtala er gjørd um, at sjóverjuskip er tøkt, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling, sigur hann
Hann sigur eisini, at tyrlurnar er ikki ávirkaðar av støðuni, og sjálvbodnu bjargingarfeløgini kring landið, ið eru ein stórur partur av tilbúgvingini, eru til reiðar, verður tørvur á tí.
Harumframt hava øll skip skyldu at hjálpa í eini neyðstøðu.
– At hvørki av skipunum í løtuni eru í sigling er ikki nøktandi. Tjaldrið er gamalt og ikki lýkur ikki tørvin longur, staðfestir landsstýrismaðurin.
Brimil er heldur ikki nýggjur og krevur regluligar ábøtur.
Hann sigur eisini, at tørvurin á stødd, útgerð og motororku á vaktar- og bjargingarskipum er munandi broyttur, síðan ávikavist Brimil og Tjaldrið vórðu bygd.
– Ein sterk vaktar- og bjargingartænasta við tveimum virknum skipum er ein týðandi liður í at kunna røkja altjóða eftirlitsskyldur, og at kunna veita neyðstøddum hjálp á stóra havøkinum kring Føroyar, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Hann sigur, at broytta trygdarpolitiska støðan, og økta skipaferðslan, merkja harumframt, at vit mugu kunna vera við í tiltøkum til frama fyri verju og trygd í okkara parti av Norðuratlantshavi. Tað kann vera at vera við í NATO-tiltøkum og venjingum, og at menna eina munagóða oljutilbúgving.