Ongi úrslit

Hetta er orsøkin til at KÍ vann á svensku meistarunum í gjár

Svenski venjarin hevur eina umbering fyri tapið fyri KÍ og hon er, at hansara spælarar orkaðu ikki at spæla

Áki Bertholdsen
3. august 2023 kl. 12:00

Spælararnir orkaðu ikki at spæka og tí tapti BK Häcken fyri KÍ í gjárkvøldið. Tað er umberingin hjá, Per-Mathias Høgmo, venara hjá svenska liðnum, fyri at tey taptu fyri KÍ í gjárkvøldið.

Kí útinti eina sensatión, sum hevur vakt ans um allan fótbóltsheimin, tá ið vunnu á svensku meistarunum og tóku eitt stórt stig fram ímóti Champions League fótbólti í vetur. Í minsta lagi hevur KÍ nú tryggja sær at spæla í Conference League.

Per-Mathias Høgmo var ógvuliga vónbrotin eftir ósigurin og hann sigur, at dagurin í gjár var harður. Hetta er eitt risa vínbrot. Vit trúðu, at vit fóru at klára tað, men dysturin varð ov harður, og vit orkaðu ikki at spæla, sigur hann.

Hann sipar til, at svenska liðið var í einum hørðum dysti í svensku kappingini leygardagin og tað var ein dystur, sum varð serliga harður, tí ein av teirra spælarunum varð útvístur stutt fyri hálvleik.

Tí høvdu nakrir av spælarunum blýggj í beinunum í gjárkvøldið, segði hann.

Men samstundis ásannar hann, at hann hevur ovurstóra virðing fyri avrikinum hjá KÍ. Tað er ikki av tilvild, at teir standa seg so væl. Teir vunnu 3-0 á Ferencvaros á útivølli, og í gjárkvøldið sóu vit, hví teir kláraðu tað, sigur hann.

Næsti evropiski dystur hjá KÍ verður ímóti norska liðnum, Molde og tað er í triðja umfarið í kappingini um at koma í Champions League bólkaspælið.

Skal KÍ røkka bólkaspælinum, skulu teir vinna á Molde, og á einum liði afturat.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25