Í kvøld klokkan 19.45 fer fótbóltslandsliðið aftur í eldin. Mótstøðuliðið á Tórsvølli verður Slovakia, og dómari verður Mohammed Al-Hakim úr Svøríki.
Landsliðið lendi mikunáttina aftur í Vágum eftir ferðina í Moldova. Tá fóru spælararnir á gistingarhúsið, og eftir venjing tíðliga seinnapartin mikudagin, fóru teir til hús.
Í gjár møttu teir aftur, og so vóru venjing, fundir og hvíld, áðrenn dysturin verður í kvøld klokkan 19.45. Í morgin fer landsliðshópurin aftur av landinum. Tá verður umvegis Keypmannahavn farið til Kasakstan, har fjórði dysturin í hesum umfarinum verður seinnapartin týsdagin.
-Tað er stutt millum dystirnar, og vit fegnast um, at allir 24 í hópinum framvegis eru væl fyri. Í Moldova var Ási P. Dam 24. maðurin og harvið ikki á listanum. Hann er framvegis í hópinum, og tað er als ikki givið, at hann ikki verður á listanum ímóti Slovakia, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari, sum í gjár hevði tíðindafund.
Venjarin ásannar, at Slovakia er favorittur ímóti Føroyum. Slovakia er nummar 45 á FIFA styrkislistanum og er harvið styrkismett væl hægri enn Føroyar, sum eru nummar 123.
-Fyri einum ári síðani spældu vit á heimavølli ímóti Kekkia, sum er grannaland hjá Slovakia, og sum á styrkislistanum hjá FIFA er nummar 48.
-Slovakia er mannað við betri fótbóltsspælarum enn Kekkia, sum hevur aðrar dygdir. Kekkia varð roknað at vera favorittur ímóti okkum, og Slovakia er favorittur ímóti okkum. Ímóti Kekkia eydnaðist okkum at vinna 2-1 fáar dagar eftir, at vit høvdu vunnið 4-0 ímóti Montenegro. Vit hava eina kenslu av, at tað kann bera til ímóti Slovakia, hóast vit vita, at trýstið í løtum fer at vera stórt. Um tað skal eydnast, so er tað neyðugt, at vit sleppa undan óneyvum sendingum og persónligum mistøkum, sum vit sóu ov nógv av í Moldova, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Venjarin sigur, at soleiðis, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, so fer tað eisini í kvøld at síggjast á liðnum, at tað er stutt millum dystirnar. Tað vera fleiri skiftingar:
-Royndirnar siga okkum, at tað er neyðugt at skifta út, tá ið tað er so stutt millum dystirnar. Dynamikkurin í hópinum er góður, allir kenna seg hava møguleikan, og teir avrika betri, sigur Eyðun Klakstein.
Av teimum 24, sum eru í hópinum, eru tað umframt teir báðar eykamálverjarnar Bárð á Reynatrøð og Ara í Haraldstovu Petersen tríggir spælarar, sum enn ikki hava verið á vøllinum í hesum umfarinum. Teir eru Heini Vatnsdal, Ási P. Dam og Jørgen Nielsen.