Ongi úrslit

Hetta forsømilsið bleiv dýrt hjá bilførara í Eysturoynni

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í gjár varð ein bilur steðgaður á Fjørðuvegnum í Runavík. Orsøkin til at løgreglan steðgaði bilinum var, at bilførarin koyrdi alt ov skjótt. Har er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, men hesin bilførarin koyrdi 81.

Men løgreglan sigur, at tá ið tey kannaðu bilførarin nærri, koma eitt annað undan kavi. Og tað var, at talan var um ein útlendskan bilførara og sum hevði koyrikort út heimlandinum.

Men tað koyrikortið er ikki galdandi í Føroyum og hóast viðkomandi hevði búð í Føroyum í yvir 20 ár, hevði hann forsømt at býta koyrikortið um við eitt føroyskt koyrikort.

At koyra við ógildigum koyrikorti, er tað sama sum at koyra við ongum koyrikorti, og sostatt varð bilførarin skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Og bótin fyri tað er rættiliga stór, heilar 5.000 krónur. Somuleiðis fær hann bót fyri at koyra ov skjótt.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

Í gjár kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30