Ongi úrslit

Hetta skal helst ikki vinda upp á seg í Føroyum

Mótmælisgonga í Havn í gjárkvøldið fór eitt sindur yvir gevind

Áki Bertholdsen
9. apríl 2025 kl. 07:52

Í gjárkvøldið var ein lítil mótmælisgonga í Havn, men tað fór eitt sindur yvir gevind.

Vinafelagið Føroyar Ísrael skipaði fyri tiltaki í sambandi við at tríggir jødar eru komnir til Føroyar at greiða frá støðuni í Ísrael.

Men uttanfyri vóru eini 10-15 fólk frá Áhugafelagnum Palestina, møtt at mótmæla Ísrael.

Tað var eitt sindur av rópi, men løgreglan sigur at tað vant upp á seg, og tað endaði við, at ein maður, sum mótmælti uttanfyri, fór inn í Finsen og stjól eitt ísraelskt flagg. og rýmdi við tí.

Løgreglan veit ikki hvør tað var men tey vilja fegin vita um nakar sá tað. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey stovnað eitt mál um stuldur, tí flaggið kom ongantíð aftur í aftur.

Løgreglan sigur, at í Føroyum hava vit frælsi at mótmæla og at gera vart við okkara sjónarmið. Men tað skal ikki vinda upp á seg og enda sum tað endaði í gjárkvøldið.

Tað er eitt vónbrot, at løgreglan skal verða noydd at verða til staðar á slíkum tiltøkum, tí fólk eiga at hava frælsi at mótmæla og gera vart við síni sjónarmið, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Árni er ikki blíður

19. juni kl. 21:35