Ongi úrslit

Hetta var soltið føroyskt kvøld í Europa

Hvørki NSÍ ella Víkingur megnaðu at halda tørn um leiðslu, og so tapti Víkingur í Íslandi, meðan NSÍ um eina viku hevur javnleik við sær suður í hitan í Miðalhavinum

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Um eina viku verður tað greitt, um NSÍ og/ella Víkingur fara at megna at vinna seg víðari í Conference League. Um tað ikki eydnast at vinna samantaldan sigur, so er leikluturin hjá hesum báðum feløgunum av í europeisku kappingunum á hesum sinni.

Um eina viku eigur Víkingur heimavøll ímóti íslendsku Stjarnuni. Í kvøld vann Stjarnan 3-1 á heimavølli eftir 1-1 í fyrra hálvleiki. Tað vil siga, at Víkingur um eina viku skal vinna við tveimum málum fyri at talan skal verða um longda leiktíð.

Aron Benjaminsen kveikti føroyska vón, tá ið hann eftir lítið korter við fínum skoti av brotsteigarsamankomingini sendi bóltin í handara síðunetið.

Víkingarnir stríddust fyri at varðveita leiðsluna fram til hvíldina, men tað eydnaðist ikki. Tríggjar minuttir undan steðginum javnaði Emil Atlason við brotssparki, og í seinna hálvleiki skoraði hann tvær ferðir aftrat og skoraði harvið hattrikk. Í seinna førinum var tað aftur við brotssparki.

Í góðveðrinum í Klaksvík legði Petur Knudsen við fínum stútara eftir hornaspark frá Jann J. Benjaminsen NSÍ framum 1-0. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleik, og tá var spurningurin meiri, um tað fór at eydnast NSÍ at økja um leiðsluna, heldur enn um gestirnir fóru at javna.

Eftir steðgin var Hamrun Spartans leikliga omaná. Tað var ov langt millum NSÍ keturnar, og tað eydnaðist væl hjá gestunum at spæla millum keturnar og vinna seg fram til góðar støður og málmøguleikar.

Norðmaðurin Tobias Bjornstad javnaði eftir innlegg frá baklinjuni. Hetta var fyrsta veruliga álopið hjá gestunum. Tá vóru stórir tíggju minuttir farnir av seinna hálvleiki. Talan var um mál, sum verjan og málverjin hjá NSÍ ikki eiga at vera nøgdir við. Álopsspælarin var leysur við handara stólpa, og skotið var tað, sum ofta verður nevnt kloddaskot.

Sum seinni hálvleikur leið, var Hamrun Spartans meiri í álopsstøðu, og gestirnir høvdu støður og møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47