Í fyrradagin varð óunniliga úrslitið av PISA kanningini lagt fram, og í gjár trumfaði landsstýrismaðurin við uppskoti, sum hevur til endamál at avtaka føroysku bløðini, sum framvegis liva og royna at framleiða føroyskt tilfar.
Orsøkin til omanfyri standandi spurning er, at eg veit, at tú Bárður ert ein álitismaður við høgum trúvirði. Tað, sum tú sigur, heldur tú teg til. Á fundum og í samrøðum okkara millum hevur tú lovað at betra umstøðurnar hjá føroyska bløðunum. Tí er tað, at eg spyrji, um tú hevur lisið uppskotið, sum nú er lagt fram. Tí tað tekur púrasta grundarlagið undan bløðunum.
Eg havi mína meining um, hvør tað er, sum hevur orðað uppskotið. Um tað verður samtykt og miðlastuðulin verður broyttur, so verður ein avleiðing, at framleiðslan av føroyskum tilfari verður minni, og tað fer aftur at hava við sær, at bløðini, sum framvegis verða skrivað, ikki fara at koma út. Fíggjarliga grundarlagið verður burtur, tí tað verður ómøguligt at lyfta fíggjarligu útreiðslurnar:
Bløðini verða prentað í Danmark og flogin til Føroya, og so er tað kostnaðurin av at fáa bløðini út til sølustøðini kring landið. Um tað ikki fæst stuðul til henda eykakostnaðin at stremba eftir at varðveita bløðini, so tað ikki bara vera digitalir miðlar, so sigur tað seg sjálvt, at bløðini fara at detta niðurfyri.
Á fundum við deildarleiðari í Mentanardeildini í Mentamálaráðnum hevur Blaððútgevarafelagið fleiri ferðir hoyrt, hvør fatanin og ætlanin er. At hann ikki ynskir sterk føroysk bløð, sum hava redaktiónir við góðum fólkum, sum framleiða journalistiskt tilfar, bæði tíðindi og mentanartilfar. Hetta hevur hann eisini víst við miðlastuðulsætlanunum, sum hava verið partur av veruleikanum hesi seinastu árini.
Ein veruleiki, sum minnir um støðuna í Norðurkorea og ein veruleiki, sum eisini er, at miðlastuðulin verður afturhildin í langa tíð. Síðsta dømi um hetta er, at tað í morgun varð kunngjørt, at nú verður fyrsti parturin av miðlastuðlinum fyri 2026 útgoldin. Tað er rakstrarstuðulsparturin, sum varð samtyktur á Løgtingsfíggjarlógini í fjør. Og verkætlanarstuðulsparturin, sum eisini varð samtyktur við somu samtykt á Løgtingsfíggjarlógini í fjør, er enn ikki komin til miðlarnar.
Hesin deildarleiðarin er Torkil V. Rasmussen. Hann ætlar at sleppa av við redaktiónir við kvalifiseraðum fólki, sum skriva bløðini, og tað sæst eisini í nýggja uppskotinum.
Vit hava aftur og aftur tosað við politikararnar um henda veruleika. Politikararnir hava sagt seg skilja støðuna, og tey hava lovað at gera nakað við hetta fyri at umstøðurnar hjá bløðunum skulu blíva betri. Men trupulleikin hevur verið, at landsstýrisfólkini, sum hava sitið við hesum málinum, hava verið ov veik, og at tey ikki hava megnað at tikið tær avgerðirnar, sum tey hava lovað at taka, og so hava tað verið meiningarnar og ætlanirnar hjá deildarleiðaranum, sum hava verið galdandi.
Teg rokni eg at vera álitismann við stórum trúvirði, Bárður á Lakjuni, og tí er tað, at eg spyrji teg: Hevur tú lisið nýggja uppskotið? Eg spyrji, tí tað vísti seg, at undanfarni mentamálaráðharrin Eirikur í Jákupsstovu hevði ikki lisið seinasta uppskotið, sum deildarleiðarin kom við. Tað gekk upp fyri mær, tá ið Eirikur ikki var førur fyri at svara, tá ið eg vildi hava hann at svara kritiskum spurningum.
Bárður á Lakjuni!
Nú hevur tú møguleika at betra um umstøðurnar hjá føroysku miðlunum og serliga bløðunum. Men tað krevur, at tú vísir, at tú hevur rygg til at fáa tað ígjøgnum, sum tú og so nógvir aðrir politikarar siga tykkum ætla og vilja, og tað krevur, at tað ikki er deildarleiðarin í Mentamálaráðnum, sum eigur avgerandi orðið.
Eingin veit betur enn tú, Bárður á Lakjuni, at í hesum myrku PISAsøgu tíðum er tað avmarkað, hvat verður framleitt av føroyskum tilfari, og at um hetta uppskotið verður til lóg og veruleika, so verða tað eingi bløð, og eitt samfelag uttan bløð er eitt fátækt samfelag.
Bárður á Lakjuni: Hetta er ein áheitan og ja eitt neyðarróp frá okkum, sum enn hanga í og hvørja viku og hvønn mánað geva føroyingum bløð at lesa. Vit fegnast um góðu afturmeldingarnar frá lesarunum, men tær fíggja ikki kostnaðin av at prenta og flyta bløðini úr Danmark og til Føroya og av flogvøllinum í Vágum og kring landið.
Við vón um skjótt svar
Jonhard Hammer, stjóri
Dimmalætting