Danska ríkisløgreglan hevur funnið ein álvarsligan strikingarfeil í revsisskránni.
Løgregluovastin Lasse Boje sigur við Tv2 at tað eru brotsverk av "álvarsligum", umframt "serliga álvarsligum" brotsverkum, sum eru strikaði.
Ein feilur í sjálvvirkandi strikingini av upplýsingum í Revsibókini hevur við sær, at upplýsingar um ávísar avgerðir eru strikaðar fyrr enn tær áttu at verið.
Danska ríkisløgreglan kannar umfangið og avleiðingarnar av feilinum. Feilurin kann millum annað hava ávirkan á viðgerðina av málum, sum fevna um upplýsingar úr Revsiskránni (KR), herundir barnaváttanina.
Í sambandi við eitt ávíst mál í juni gjørdist danska løgreglufyrisitingardepilin varugur við, at upplýsingar um ein dóm, sum áttu at vera skrásettar í revsisskránni, ikki vóru skrásettar.
Við hesi bakgrund hevur hesin depilin og danska ríkisløgreglan sett í verk eina kanning av, hvat feilurin snýr seg um, hvør nágreiniliga orsøkin til feilin er, nær feilurin hendi, hvussu stórur hann er, og hvørjar avleiðingar hann kann fáa. Hetta arbeiðið er framvegis í gongd.
– Tað er sera álvarsligt, at feilir eru í Revsibókini, tí Revsibókin er miðdepil í handfaringini av lógarbrotum og revsimálum í Danmark. Vit gera tí alt, vit kunnu, fyri at fáa strikaðu avgerðirnar endurreistar, sigur politikommisserurin í Ríkisløgregluni, Lasse Boje.
Revsisskráin er ein innanhýsis arbeiðsskrá hjá løgregluni, har upplýsingar um ákærur og avgerðir í revsimálum umframt eina røð av øðrum upplýsingum, sum hava politiáhuga, koma fram.
Upplýsingar í revsibókini eru eitt týðandi arbeiðsamboð hjá løgregluni, eins og upplýsingarnar verða nýttar í arbeiðinum hjá løgregluni við revsiváttanum, herundir útskriving av umsitingarligum loyvum til vápn og trygdartænastur.
Harumframt er Revsiskráin grundarlagið undir teimum upplýsingum, sum standa í barnaváttanum, eins og upplýsingarnar eru við í viðgerðini av málum hjá einum hópi av øðrum almennum myndugleikum.
Upplýsingarnar í Revsibókini eru undir ávísum strikingarreglum, og allar skrásetingar í Revsibókini eru undir sjálvvirkandi (mekaniskum) strikingar-rutinum. Revsibókin er millum annað samansett av dómum, har treytaleys fongsulsrevsing er ásett.
Hesir dómar verða sum heild strikaðir 10 ár eftir leyslating, men dómar fyri álvarslig ella serliga álvarslig brotsverk verða strikaðir seinni.
Við støði í forkanningunum er metingin hjá Ríkisløgregluni, at KR inniheldur eina rætta mynd av avgerðum fyri í minsta lagi eitt 10 ára tíðarskeið frá 2021, og at avgerðir, sum soleiðis av misgáum kunnu hava verið strikaðar ov tíðliga í KR, verða avmarkaðar til avgerðir, sum eru tiknar áðrenn 2011.
Av tí at sakarbókin ikki inniheldur avgerðir, sum eru meira enn 10 ára gamlar, metir Ríkisløgreglan út frá tí tøka grundarlagnum, at feilurin ikki merkir, at avgerðir vanta í privatum og almennum sakarbókum.
Feilurin verður tó mettur at hava týdning fyri onnur mál, eitt nú viðgerðina av barnaváttanum.
Í framhaldi av ávísa málinum hevur depilin funnið fram til 48 avgerðir, grundaðar á dátur frá 2021 og frameftir, sum eru ólógliga strikaðar í tíðarskeiðnum. Hesar avgerðir eru skrásettar av nýggjum í revsibókini. PAC hevur eisini kannað, um hesar avgerðir hava manglað í útgivnum barnaváttanum, og so er ikki.
Stórt arbeiði fer fram fyri at avdúka umfangið av trupulleikanum, eitt nú um avgerðir, sum av órøttum eru strikaðar, kunnu endurskapast. Hetta er sett í verk innanhýsis í løgregluni, og avvarðandi myndugleikar og stovnar eru kunnaðir um málið. Harumframt verður handfaringin av ávísum dátum, sum hava verið goymdar ov leingi, kannað.
Útflýggjan av barnaváttanum og vápnaloyvum er í løtuni í bíðistøðu. Ríkisløgreglan væntar at taka støðu til í næstum, um avgreiðslan skal takast uppaftur.
Ongar ólógligar strikingar av revsavgerðum eru gjørdar, síðani Ríkisløgreglan fekk kunnleika til ávísa málið, og Ríkisløgreglan fer at syrgja fyri, at upplýsingar í Revsiskránni ikki verða strikaðar í framtíðini eftir 10 árum, hetta galdandi fyri upplýsingar, ið skulu standa í skránni í eitt longri tíðarskeið.
Faktaboks:
Hvat er ein barnaváttan?
Ein barnaváttan inniheldur millum annað upplýsingar um møgulig kynslig brotsverk móti børnum undir 15 ár. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, um løntakarin skal hava beinleiðis samband við børn undir 15 ár.
Hvat er ein revsiváttan?
Í privatu revsiváttanini eru millum annað upplýsingar um sektir og dómar, har treytað ella treytaleys fongsulsrevsing hevur verið ásett innan fyri revsilógina. Privata revsiváttanin verður vanliga brúkt í sambandi við arbeiðssókn.
Ein revsiváttan til almenna nýtslu inniheldur somu upplýsingar sum tann privata revsiváttanin, men fleiri sløg av upplýsingum eru við í hesi revsiváttan enn í einari privatari, eins og ein sakarbók til almenna nýtslu kann innihalda upplýsingar, sum eru eldri enn tær í einari privatari revsiváttan.