Ongi úrslit

Hita upp til uttanlandsferð við tveimum konsertum í Føroyum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í næsta mánað fer kórið Tarira, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson til Grikkalands syngja. Har verður ein festivalur og ein kapping fyri kór, Kalamata International Choir Competition and Festival.

 Sum upphiting til kappingina fer kórið at hava tvær konsertir í Føroyum. Fyrra konsertin verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla 16. septembur og seinna konsertin verður í Gøtu Kirkju 19. septembur. Konsertin í Gøtu er ókeypis.

Kórkappingin í Grikkalandi er skipað soleiðis, at ein meldar til á ymsum torleikastigi og í ymsum sløgum av tónleiki. Tarira er við í tveimum kappingum og sostatt skal kórið í hvussu so er syngja eitt verk eftir eitt grikskt tónaskald og eitt føroyskt verk.

Í tí sambandi heitti Tarira á tónaskaldið, Trónd Bogason, um at skriva trý styttri kórverk við støði í yrkingasavninum, Svørt Orkide, hjá Vónbjørt Vang, sum hon vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í fjør.

– Á komandi konsertunum gleða vit okkum at syngja annað av hesum kórverkunum, sigur Tarira. Afturat hesum verkinum verða eisini allir aðrir sangir, ið kórið fer at syngja í Kalamata í Grikkalandi.

 

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50