Ongi úrslit

Hitabylgja á veg til Danmarkar

Hitin kann í støðum koma upp á 30 stig

© ChatGPT
Vitlíkismynd
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Ein týðandi hitabylgja er á veg yvir stórar partar av Evropa, og væntast komandi dagarnar at flyta seg norðureftir móti flatlondum.

Eftir fleiri dagar við hækkandi hitastigum, sær leygardagurin út til at gerast heitasti dagurin í vikuni, har hitin fleiri staðni kann koma upp á umleið 30 stig.

Heita luftin streymar í løtuni norðureftir úr Suðurevropa, har hitin longu ì eina tìð hevur ligið væl omanfyri 30 stig.

Samstundis sum eitt hátrýst byggir seg upp yvir Miðevropa, verður heita luftin altso flutt víðari móti Norðurevropa og Danmark.

Sambært veðurforsøgnuni fer hitin spakuliga at hækka gjøgnum vikuna. Fríggjadagin verður summarligt veður við hitastigi omanfyri 20 stig flestastaðni, meðan leygardagurin kann gerast heitasti dagurin higartil í ár við upp í 30 stig staðbundið, serliga inni í landinum. Har er ávirkanin frá sjónum minst.

Heita summarveðrið steðgar tó ikki so leingi. Longu sunnudagin verður væntað, at kaldari luft fer at streyma inn vestanífrá í sambandi við eina kuldafront úr Atlantshavinum. Hetta fer at føra við sær lægri hitastig og meira óstøðugt veður kring landið.

Veðurfrøðingar meta tí, at talan er um eitt stutt og intensivt hitaskeið heldur enn eina langvarandi hitabylgju.

Hóast tað kunnu danir og føroyingar í Danmark, gleða seg til at njóta eitt vikuskifti við sonnum summarkenslum, sólskini og hitastigum sum ì fleiri støðum nærkast 30 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

2 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07