Dyrnar lata upp klokkan 17. Fyrireikararnir heita á áskoðarar um at møta í góðari tíð, tí nógv ferðsla kann verða niðan til høllina. Í høllini verður møguleiki at keypa mat og drekka. Eisini verða andlitsmáling, tónleikur og søla av fjepparalutum.
Áskoðararnir skulu skapa trýst
Áheitanin til teir umleið 3.000 áskoðararnar er greið. Teir skulu larma og leggja trýst á mótstøðuliðið, nú HM-atgongumerki er upp á spæl.
Sambært kunningini hevur høllin við Tjarnir ikki altíð verið tann “grýtan”, sum nógv høvdu vónað. Kortini royna bæði áskoðarar og fjepparafelagið “Merkið-liðið” at skapa meira stemning til dystin í kvøld.