Ongi úrslit

Hon er bæði glað og errin av hesum

Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, framman fyru teimum nýggju, elektrisku ruskbilunum
Jonhard Hammer
1 tími síðan

– Hóast vit eru smá, skulu vit eisini tora at taka okkart.

Tað segði Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, á hátíðarhaldi á kommunalu brennistøðini á Hjalla í gjár í sambandi við, at nú verður farið undir at taka húsarhaldsruskið frá fólk við elbilum.

Tórshavnar býráð tók avgerð um, at hereftir skuldi ruskinnsavningin í kommununi fara fram við elbilum.

Tað er felagið, Landleiðin, sum nú skal taka sær av at heinta húsarhaldsburturkastið í Tórshavnar kommunu, og í hesum sambandi hava tey keypt 11 nýggjar, elektiskar ruskbilar til endamálið.

Og í dag er so tann søguligi dagurin, tí tað er í dag, at teir nýggju, elektrisku ruskbilarnir eru at síggja í Havnar gøtum á fyrsta sinni ístaðin fyri teir larmandi og dálkandi dieselbilarnar tey høvdu fyrr.

Elsa Berg sigur, at fyri fólk merkir hetta nógv minni larmur og fyri umhvørvið merkir hetta nógv minni útlát. Hetta er eitt tekin um at Tórshavnar tekur ábyrgd og at vit hava viljan til at gera broytingar, sum muna.

Við hesum seta vit av álvara gongd á at leggja tað tungu ferðsluna Havn um til grøna orku og tað er eitt stórt framstig, vit hava alla orsøk at fegnast um, sigur Elsa Berg.

Veðurlagsbroytingarnar eru yvir okkum og vit hava ikki tíð at taka smá fet, tí vit mugu vit taka stór lop fyri at tryggja okkara eftirkomarum eina framtíð, helt hon fyri.

Onkur heldur, at vit eru lítil og spurt verður um vit gera nakran mun. Men hóast vit eru lítil, eru vit eisini ein partur av heiminum, og vit skulu tora at taka okkara part á hesum øki, sigur hon.

Borgarstjórin sigur, at hon er bæði glað og errin, nú býráðið tekur hetta stigið, sigur Elsa Berg.

Hon sigur, at somuleiðis eru helvtin av kommunalu bygningunum lagdir um til grøna orku, og hildið verður fram við tí til komið er á mál við at leggja allar bygningarnar um til grøna orku.

Men endamálið er eisini at gera tað lættari hjá fólki at velja tað grønu leiðina, eitt nú við at menna Bussleiðina, so at tað skal vera lætt hjá fólki at lata bilin standa, serliga nú prísurin á bensini og diesel er blivið so dýrt.

– Tað hevur stóran týdning, at politikarar ganga á odda og hava áræðið at taka tær grønu loysninar í brúk, sum eru, sigur Elsa Berg.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Brutu inn í ólæstan kjallara í Havn - stjólu rúsdrekka fyri 10.000 - 15.000 krónur

27. sepember kl. 09:49