Tveir av bestu telvarum í Føroyum, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, eru í løtuni við í talvkappingum uttanlands.
Høgni er í Monako í kappingini um at finna besta einstaklingin millum telvarar í smátjóðum í Evropa, og Luitjen er í Íslandi í kappingini til minnis um íslendska stórtelvaran Fríðrik Ólafsson, sum doyði í fjør.
Higartil hevur gingist betur hjá Luitjeni enn hjá Høgna. Luitjen hevur fingið frálíka byrjan í Reykjavík. Hann hevur 2½ stig eftir fyrstu trý umførini, og er á triðja plássi í kappingini.
Í triðja umfari í dag vann Luitjen á Bjørn Thorfinnssyni, sum er altjóða meistari og hevur hægri styrkital enn føroyingurin. Luitjen stendur í løtuni til at ganga fimtan ratingstig fram.
27 telvarar eru við í Fridrik Memorial 2026. Luitjen er styrkismettur nummar tíggju. Meginparturin av telvarunum eru íslendingar, men ein slakur triðingur eru útlendingar.
Tvinnanda umfør verða telvað í morgin. Í fjórða umfari, sum byrjar klokkan 10 hósmorgunin, telvar Luitjen við hvíta fólkinum móti favorittinum í kappingini, stórmeistarnum Vignir Vatnar Stefansson, sum er sterkasti telvari í Íslandi, og hevur styrkitalið 2510.
Kappingin í Reykjavík endar sunnudagin.
Mótrák í Monte Carlo
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur ikki fingið glið á í Smálandakappingini fyri einstaklingar í Monako. Høgni hevur hægsta styrkitalið av øllum og ber tí favorittheitið, men eftir seks av níggju umførum, er Høgni nummar fýra í røðini.
Høgni hevur tapt fyri bæði Bourg úr Luksemburg og Ribera úr Andorra, sum eru fremstir av teimum tíggju telvarunum úr Luksemburg, Andorra, Kýprós, Føroyum, Malta, Monako, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey.
Høgni stendur sum er til at ganga tólv ratingstig aftur. Kappingin endar leygardagin.
Topp 5 í smálandakappingini fyri einstaklingar 2026 (eftir sætta umfar):
1. Nicolas Bourg (LUX) 2293 5½ stig
2. Serni Ribera (AND) 2291 4½
3. Rafail Antonio (KÝP) 2209 4½
4. Høgni Egilstoft Nielsen (FØR) 2412 3½
5. Damir Levacic (MON) 2075 3½
Gentur telva
Gongd tykist vera komin á telvingina millum gentur í Føroyum. Um tað fekst sjón fyri søgn leygardagin, tá talvfelagið Rókur í Sundalagnum og Talvsamband Føroya skipaðu fyri FM í talvi fyri gentur.
Fleiri enn trýss gentur vóru við í kappingini, sum var í Hólmahúsinum á Eiði. Higartil hava bara nakrar heilt fáar gentur verið við í líknandi kappingum.
Kappast var í ymsum aldursbólkum. Úrslitini vóru hesi:
Bólkur A (2007-2010)
1. Sára Mørkøre
2. Katrin Mørkøre
Bólkur B (2011-2013)
1. Annika Lützen
2. Thea Reinhardt Lydersen
3. Ronja Iversen Lindenskov
Annika og Thea telvaðu umdyst, og har vann Annika.
Bólkur C (2014-2015)
1. Lisa J. Xin
2. Natasja Mørkøre
3. Esther Aviaaja Kristjansdóttir Mørkøre
Lisa vann øll fimm talvini.
Bólkur D (2016-2017)
1. Anna Sofía Sevdal Danielsen 5 stig
2. Glóa Vón Sølvadóttir 4
3. Anna á Dul Olsen 4
Bólkur E (2018 ella seinni)
1. Ró Jónsdóttir Havbo 5 stig
2. Maria Berg í Skorini 4
3. Kesia Simonsen 3½
Tær báðar fremstu í hvørjum av bólkunum A, B og C sleppa at umboðaFøroyar í NM fyri gentur í 2027.
Skúlatelving
Árliga skúlatalvkappingin gjørdist ein sólskinssøga í ár. Útivið túsund børn telvaðu í tríggjar dagar í farnu viku í Stórhøllini við Tjarnir.
Kappingin var skipað sum liðkapping. Seks vóru á hvørjum liði.
Úrslitini vóru hesi:
3. - 4. flokkur
1. Spírin (Skúlin á Fløtum) 27½ stig
2. Hoyvík 22 stig
3. Løgmannabreyt 3 21½ stig
4. Sankta Frans 19½ stig
5. Hoyvík 3 19 stig
Í alt 52 lið
5. - 6. flokkur
1. Løgmannabreyt 24½ stig
2. Hoyvík 23½
3. Skúlin á Fløtum 22 stig
Í alt 46 lið
7. - 9. flokkur
1. Sankta Frans 23½ stig
2. Skúlin á Fløtum 22½
3. Toftir 21