Fletting og matgerð við avroðum vóru á skránni, tá kvinnu- og manslandsliðini í hondbólti hittust til ein serligan dag í Bø. Endamálið var at varpa ljós á føroyska siðvenju og mentanararv – og fáa fleiri føroyingar at gagnnýta avroð til matna.
Dagurin í Bø er partur av einum nýggjum átaki hjá IRF, sum næstu tveir mánaðirnar skal røkka út til serliga yngra ættarliðið. Filmarnir frá degnum verða komandi vikurnar lagdir út á sosialu miðlarnar hjá AVROÐ.
Vil broyta vanar
Landsliðsleikararnir eru tó bara ein partur av átakinum. Komandi vikurnar og mánaðirnar verða eisini uppskriftir, vegleiðingar, filmar, myndir og søgur lagdar út. Endamálið er at gera vitan um avroð og gagnnýtslu av føroyskum tilfeingi meira atkomiliga og viðkomandi fyri yngra ættarliðið.
Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri í IRF, sigur, at avroð eiga aftur at fáa tað virði, sum tey hava uppiborið.
– Vit ynskja ikki, at henda rávøra, sum er stuttflutt, burðardygg og heilsugóð, skal enda í ovninum hjá IRF, men heldur í búkinum hjá føroyinginum, sigur hann.
Byggir víðari á bókina
Átakið byggir víðari á arbeiðið við avroðum, sum IRF setti á breddan í fjør við bókini Tað, sum eftir er. Sambært IRF varð bókin væl móttikin og útseld eftir stuttari tíð.
Nú verður boðskapurin fluttur út á Facebook, Instagram, TikTok og YouTube hjá AVROÐ. Samstundis er avroð.fo dagførd, so føroyingar lættari kunnu bíleggja tilgjørd og pakkað avroð beinleiðis frá føroyskum bóndum.