Ongi úrslit

Hørð byrjan

Á 3. borði restaði lítið í, at Jón í Horni Nielsen fekk javnleik móti øðrum av Svane-brøðrunum á týska landsliðnum

21 ára gamli Jón í Horni Nielsen, fremstur í myndini, var um reppið at telva remis í dag í dystinum móti Týsklandi - einum av heimsins sterkastu landsliðum. Myndin er frá smálandakappingini á Kyprós í desember í fjør
Talvsamband Føroya
2 tímar síðan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini.

Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir. 

Ikki var stórvegis væntandi móti so sterkari manning, men á 3. borði restaði lítið í, at Jón í Horni Nielsen fekk javnleik móti øðrum av Svane-brøðrunum á týska landsliðnum. Fornøvnini avdúka donsku røturnar - pápin er dani.

Føroyar - Týskland 0 - 4
Luitjen A. Apol (2305) - GM Matthias Bluebaum (2662) 0 - 1
IM John Rødgaard (2250) - GM Frederik Svane (2655) 0 - 1
Jón í Horni Nielsen (2078) - GM Aleksander Donchenko (2625) 0 - 1
Elias Petersen (2075) - GM Rasmus Svane (2610) 0 - 1

Sum vant var stórur munur á liðunum í fyrsta umfari í dag, tá tey, sum eru styrkismett um miðjuna í røðini, vórðu parað við favorittliðini. Men kortini var onkur, sum beit frá sær. 

Malta, sum vit plaga at vinna á í smálandakappingunum, fekk hálvtannað stig móti Ungarn, sum er styrkismett nummar 8. Teiland, sum er styrkismett á leið sum vit, sigraði á 1. borði móti India, sum er olympiskur meistari. Og Irak, sum vit plaga at banka, fekk eitt remis móti OL-favorittinum USA.

Grønland tapti 4-0 fyri Luksemburg í sínum olympiska elddópi í dag.

Annað umfar er í morgin. Tá telva Føroyar móti Cayman Islands. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum frá klokkan 11 fyrrapartin, tá fyrstu leikirnir verða fluttir.

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn úr Usbekistan í kvøld:

Kuffertini fingu vit loksins seint í gjárkvøldið. Gott.

Men kaffimaskinan er framvegis í ólagi. Ikki gott.

Okkum gerst alt meira greitt, at vit eru komnir til eitt fátækt land. Annars hevði helst staðið betur til við kaffimaskinunum.

Í dag telvaðu vit so fyrsta dystin. Bussur skuldi fara frá gistingarhúsinum klokkan 13.30. Men vit fóru ikki avstað fyrr enn klokkan 14.00, tá høvdu vit framvegis góða tíð. Politibilur koyrdi fyri okkum allan vegin.

Vit kendu okkum klárar til dystin móti Týsklandi. Men teir vóru harðir at fáast við.

Luitjen møtti á 1. borði stórmeistaranum Bluebaum. Í fjúrtanda leiki kundi Luitjen býtt upp og fingið støðuna javna. Í staðin læt hann týskaran fáa vandamikla frífinnu í býti fyri álopsmøguleikar. Vit mugu ásanna, at tað var eitt mistak, tí einki veruligt álop spurdist burturúr.

Eg telvaði nýtt frábrigdi í fronskum móti Frederik Svane, men í tíggjunda leiki mintist eg ikki rætt, og fór skeivur. At síggja til var einki á vási kortini, men eg fótaði mær ikki aftur í veruleikanum. Ert tú óansin móti so sterkum telvara, verður tú náðileyst revsaður.

Jón telvaði móti Donchenko, og telvaði væl. So væl, at støðan var púra jøvn. Í 30. leiki gjørdi okkara maður eina snilda kombinasjón, sum tryggjaði honum upplagda remis-støðu. Vendin kom í 39. leiki. Tá var Jón ov bráður. Hann fyrigyklaði sær at spinna eitt mátnet at vevja týskaran í, men støðan viknaði so nógv av kreativa krutlinum, at hann forkom sær støðuni og javnleikinum.

Elias fekk upp eina kenda støðu móti Rasmus Svane, men var ikki nóg neyvur eftir tað. Kortini var støðan rættiliga jøvn, men til endans átók Elias sær nakrar veikleikar í støðuni, og so fall hamarin. 

Tað er aldrin stuttligt at tapa 4 - 0, men Týskland er nú eitt heimsklassalið. 

Busstúrurin aftur á hotellið var heldur ikki lýtaleysur, men nú geva vit teimum ein møguleika at bøta um standin í morgin, áðrenn eg aftur gremji meg.

John Rødgaard, Usbekistan

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13