Umhvørvisstovan hevur avgjørt, at Sunda kommuna kann fara víðari við ætlanini um at víðka bátahylin í Hósvík uttan krav um umhvørvisgóðkenning og árinsmeting sambært lógini um vernd av havumhvørvinum.
Kommunan ætlar at flyta verandi pir longur út og gera hana beina við einum knekki. Nýggi pirurin verður bygdur sum grótútfylling við til samans 5.146 rúmmetrum av gróti, sum bæði kemur frá verandi piri og frá útstykking omanfyri bátahylin.
Biofar kannaði djóralívið
Í sambandi við verkætlanina gjørdi Biofar eina lívfrøðiliga kanning av økinum undir sjóvarmálanum. Kanningin staðfesti minst 94 djórasløg, og eitt vanligt búlendi við sukurtara varð staðfest. Eingin sjáldsom sløg ella serlig náttúrufyribrigdi vórðu staðfest.
Sambært niðurstøðuni hjá Biofar er búlendið vanligt bæði í føroyskum og altjóða høpi, og mett verður, at djóralívið við tíðini fer at koma aftur í økið kring nýggja pirin.
Loyvið galdandi til 2028
Grundað á umsóknina og kanningarnar metir Umhvørvisstovan, at útbyggingin ikki fer at hava munandi ávirkan á náttúru og umhvørvi. Tí er ikki neyðugt við serligari umhvørvisgóðkenning.
Ein treyt er tó, at arbeiðið verður framt sambært umsóknartilfarinum hjá Sunda kommunu. Loyvið er tíðaravmarkað og er galdandi til 1. september 2028. Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 9. juli 2026.