Ongi úrslit

Hóttanir móti flogførum í Evropa: SAS-flogfar við dønum lendi í Póllandi

Í minsta lagi fimm flogfør í Evropa hava verið fyri hóttanum síðani í gjár. Eitt SAS-flogfar úr Keypmannahavn er millum tey raktu.

© Privat mynd.
SAS-flogfar í Warszawa: Eftir eina hóttan móti flogfarinum vórðu ferðafólkini flutt úr flogfarinum, og trygdarfólk kannaðu viðførið.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Fleiri flogfør í Evropa hava verið fyri hóttanum. Millum teirra er eitt SAS-flogfar við donskum ferðafólkum, sum týsdagin lendi í Warszawa.

Sambært DR lendi flogfarið, SK751, sum ætlað klokkan 9.35. Ferðafólkini sluppu síðan úr flogfarinum.

Flogvøllur stongdur eftir bumbuhóttan

Eitt annað flogfar hjá pólska flogfelagnum LOT, sum kom úr London, varð hótt við bumbu og mátti tí lenda á Modlin-flogvøllinum nærindis Warszawa.

Flogvøllurin varð stongdur, men læt upp aftur um middagsleitið.

Eisini flogfør í Spania, Bulgaria og Ungarn hava verið fyri hóttanum.

Ferðafólk kannað við hundum

Danin Peter Leschly, sum var við SAS-flogfarinum, sigur við DR, at alt gekk friðarliga fyri seg.

Ferðafólkini máttu bíða umleið ein tíma í flogfarinum, áðrenn tey vórðu flutt í bussar, har hundar kannaðu viðførið.

Enn er ógreitt, hvør stendur aftan fyri hóttanirnar, og um tær hava samband hvør við aðra.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14