Á miðdegi í gjár ávaraði løgreglan ímóti einum følskum politisti, sum ringdi til eldri fólk og royndi at lokka tey at flyta sær pening.
Løgreglan sigur, at tey vildu ávarað fólk í hesum føri, tí tað var innan fyri ein tíma í gjár ringdu trý fólk til løgregluna at melda, at ein maður, sum segði seg vera politist, hevði roynt at lokka tey at flyta sær 10.000 krónur. Eingin av teimum, sum ringdu til løgregluna, høvdu latið seg lumpað.
Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/logreglan-avarar-falskur-politistur-roynir-at-lumpa-pengar-fra-folki
Løgreglan sigur í dag, at eftir at fjølmiðlarnir høvdu varpað ljós á málið, hoyrdu tey ikki meiri til hendan falska politistin. Men tey siga, at eru tað fleiri, sum viðkomandi hevur ringt til, eru tey vælkomin at siga frá.
Tey kanna málið, men vita ikki, hvør tað var, sum ringdi, ella hvaðani hann ringdi, men talan var um eitt danskt telefonnummar.