Stórir náttúrueldar herja framvegis partar av Fraklandi og Spania, har hundraðtúsundtals fólk eru noydd at rýma úr heimunum, meðan sløkkilið stríðast við at fáa tamarhald á eldunum undir truplum umstøðum.
Samstundis ávara myndugleikarnir um, at ein nýggj hitabylgja í komandi viku kann gera støðuna uppaftur álvarsamari.
Í Fraklandi er økið kring stórbýin Bordeaux enn ein av teimum harðast raktu.
Umleið 197.000 fólk eru flutt burtur úr býnum og nærliggjandi økjum. Franska herliðið hevur sett 1.500 hermenn inn at hjálpa sløkkiliðnum við sløkkingararbeiðinum, rýmingum og øðrum stuðulsuppgávum.
Sambært franska innanríkisráðharranum er helst talan um størstu rýmingina í friðartíð í søgu landsins.
Eldarnir hava seinastu vikurnar lagt umleið 980 ferkilometrar av landi í oyði – eitt metstórt øki, sum svarar til nærum tvær ferðir víddina á Bornholm.
Higartil eru ongar fráboðanir um, at fólk eru deyð sum beinleiðis avleiðing av eldunum í Fraklandi.
Eisini Spania er hart rakt. Umleið 70.000 fólk eru flutt úr økjum vestan fyri Madrid, har sløkkilið framvegis arbeiða við at fáa tamarhald á fleiri stórum eldum.
Forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, segði leygarkvøldið, at Spania stendur framman fyri nøkrum truplum tímum, hóast hitin fyribils er lækkaður.
Náttúrueldarnir hava higartil kravt minst eitt mannalív í Spania. Ein maður varð funnin deyður í bili sínum í einari gjógv nærindis Valencia, eftir at ein størri eldur eisini hevur tikið seg upp har.
Bæði Frakland og Spania óttast, at støðan fer at versna í komandi viku.
Veðurfrøðingar boða frá einari nýggjari hitabylgju, har hitin væntast at koma upp á millum 35 og 40 stig í stórum pørtum av Mið- og Suðurevropa.