Ongi úrslit

Hurðin gongur títt í fíggjarnevndini

Í morgin eru nógvar innkallingar, tá ið tíggju mál eru á skrá í fíggjarnevndini

Jóannes Hansen
4. november 2024 kl. 22:19

Klokkan 10 í morgin er fundur í fíggjarnevndini. Tíggju mál eru á skrá, og frá klokkan 10.30 og út á seinnapartin vera nógvar innkallingar.

Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnumálum og samferðslumálum er innkallaður í sambandi við tvey mál. Í fyrra førinum er tað saman við Landsverki, og í seinna førinum er tað saman við Strandferðsluni.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang er innkallað í sambandi við tvey mál. Í fyrra førinum er tað saman við TAKS.

Onnur, sum eru innkallað at møta í fíggjarnevndini í morgin, eru Áhugafelagið Búgva, LÍF; Lívsverk og Betri Pensjón, Landsbankin, Skyn, Betri Heim og Meklarin.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47