Ongi úrslit

Hvarv á Ljósfest: Nýtt lag á veg og kendir klassikarar á skránni

Bólkurin Hvarv verður við á Ljósfest í Vági 16. august og fer at spæla bæði nýggj løg og sangir úr drúgvu søgu bólksins.

© Vágs kommuna.
Bólkurin Hvarv verður á pallinum, tá Ljósfest verður hildin í Vági 16. august.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Hvarv verður á pallinum, tá Ljósfest verður hildin í Vági 16. august.

Bólkurin arbeiðir í løtuni við nýggjum tilfari í upptøkuhøli, og ætlanin er at geva eitt nýtt lag út skjótt.

Í 2025 gav Hvarv løgini „Sálarfrændi mín“ og „Leitar tú elskandi“ út. Bæði løgini verða á skránni á Ljósfest.

Meira enn 25 ár á tónleikapallinum

Navnið Hvarv sást fyrstu ferð síðst í 1990-árunum, tá bólkurin var við á útgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum „Fortíð, Nútíð, Altíð“.

Í 2000 varð Hvarv valt út til fløguna Vælskapt Brek við sanginum „Vovið av Guði“. Meira enn 80 sangir komu inn til kappingina, og 19 vórðu valdir út.

Á Ljósfest verður Torbjørn Lisberg við sum ljómborðsleikari. Hini í manningini eru Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Neil Joensen og Dánjal Jákup Wiberg Holm.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30