Ongi úrslit

Hvat skal henda nú

Noreg verður ongantíð uttan kong

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Haakon krúnprinsur verður kongur beinanvegin nú pápi hansara er farin foldum frá. Noreg verður sostatt ongantíð uttan kong.

Tá ein regentur doyr, fer eitt maskinarí av teimun stóru í gongd reint administrativt. Men eisini eru nógvar siðvenjurætt sum skulu fylgjast.

Á heimasíðuni hjá stjórnini stendur, at stjórnar­fundur verður hildin á skrivstovuni hjá forsætisráðharranum klokkan 10.00.

Síðani verður stjórnin savnað til ríkisráð á Slottet fríggjadagin klokkan 11.30, har tey hitta nýggja kongin.

Eftir ríkisráðið fara forsætisráðharrin og ráðharrarnir at skriva undir eina kondolansu-protokol fyri kong Harald V.

Klokkan 12.00 fara kirkjuklokkurnar um alt landið at ringja í ein tíma, til klokkan 13.00.

-Kirkjuklokkurnar minna okkum á nærveru Guds á jørðini og vónina um eitt lív eftir deyðan, sigur Olav Fykse Tveit, leiðandi biskupur í norsku fólkakirkjuni.

Samstundis, klokkan 12.00, fara níggju salut-støðir hjá norska herinum kring landið, at skjóta sorgarsalut. Tær verða gjørdar við 21 skotum, við 30 sekundum ímillum hvørt skot.

Allar deildir hjá norsku verjuni fara at minnast deyða kongsins við uppstilling, fráboðan og við at halda tøgn í eitt mínutt.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01