Hvussu fáa Norðurlond mest virði burtur úr havsins tilfeingi í 2050? Tað verður høvuðsspurningurin á almennari norðurlendskari ráðstevnu í Silo í Havn 8. juni, har ein nýggj framtíðarfrágreiðing um fiskivinnu verður løgd fram.
Frágreiðingin Nordic Oceans 2050, sum varð løgd fram í november í fjør, lýsir ymiskar framtíðarmyndir av fiskivinnu og alivinnu í Norðurlondum. Dentur verður lagdur á, hvussu vinnan kann menna virðisketuna, samstundis sum havumhvørvið verður vart og fiskastovnarnir umsitaðir burðardygt.
Framtíðar fiskivinna krevur nýhugsan
Sambært skránni fyri ráðstevnuna verður serligur dentur lagdur á tørvin á nýskapan og heildarhugsan í vinnuni. Eisini verður umrøtt, hvussu fiskivinnan kann gerast meira áhugaverd hjá yngra ættarliðnum.
Millum fyrilestrahaldararnar er Sigurd Solheim Pettersen, ph.d. og granskingarleiðari hjá DNV, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina. Hann fer at leggja fram høvuðsniðurstøðurnar.
Almenn ráðstevna í Havn
Ráðstevnan verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni frá klokkan 08.00 til 15.45. Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tað er føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum skipar fyri ráðstevnuni.