Ongi úrslit

Í 10 teir fyrstu mánaðirnar vóru fleiri enn 920 túsund ferðafólk

SSL hevur kunngjørt, hvussu nógv ferðaðust við ferjum og bussum í oktober og talið fyri 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár

SSL
1 tími síðan

Í oktober vóru tað 44.260 ferðandi við teimum 23 leiðunum hjá Bygdaleiðum. Hetta er eitt sindur færri enn í oktober í fjør, tá 47.749 fólk koyrdu við Bygdaleiðum. Gongdin á leiðunum er ymisk, á summum leiðum er ein vøkstur, á øðrum leiðum er ein minking.

 

Slaktið sjónligt í oktober hagtølunum hjá oyggjaleiðum

Í oktober ferðaðust tilsamans 33.845 fólk á teimum sjey Oyggjaleiðunum hjá SSL, hetta er góð 2.700 fólk fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Oyggjaleiðir fluttu í oktober 12.236 akfør, og eru hetta 2.849 fleiri enn í oktober í fjør.

Oktober er tíðin har slakt er á skránni kring landið og hetta sæst eisini aftur í ferðafólkatølunum til útoyggjar, m.a. á Fugloyar- og Svínoyarleiðin og á Hestleiðini, har tað vóru væl fleiri ferðandi í oktober enn tað vóru í september.

Verður samanborið við í fjør, so er tað serliga á Suðuroyarleiðini, har tað eru væl fleiri ferðandi og akfør í oktober ár. Høvuðsorsøkin er, at í oktober í ár sigldi Smyril á Suðuroyarleiðini, í fjør sigldi Galaxy helvtina av oktober, tí Smyril var í dokk.

 

Fleiri enn 920.000 fólk í 10 mánaðir

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár ferðaðust tilsamans 920.794 fólk við Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum – 481.282 fólk við Oyggjaleiðum og 439.512 fólk við Bygdaleiðum. Hetta eru 31.725 fólk fleiri enn í 2025, tá tað ferðaðust 889.069 fólk við SSL. Vøksturin er  3,6 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Í gjár kl. 17:23

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35