Ongi úrslit

Í dag er møguleiki fyri stóra gjøgnumbrotinum hjá Géza

Um hann fer at skora við langskoti, ella um tað verður onkur annar, sum verður málskjútti hevur einki at siga, sigur Grimsby spælarin

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Eyðun Klakstein og hansara menn í fyrsta dystinum í nýggju Nations League kappingini fara at spæla ímóti Kasakstan.

Tað er púra vist, at Géza Dávid Turi verður sentralur miðvallari, sum fer at eiga stóran leiklut. Í Grimsby hevur hann higartil í hesum kappingarárinum verið sera eyðsýndur, og tað fór sum eldur kring allan fótbóltsheimin, tá ið hann skoraði við framúr langskoti.

Tað var í fjør, at formellu loyvini komu upp á pláss soleiðis, at Géza kundi umboða Føroyar. Síðani tá hevur hann spælt níggju landsdystir og skorað eitt mál.

Verður tað í dag ímóti Kasakstan, at talan verður um heilt stóra gjøgnumbrotið á landsliðnum?

-Eg eri klárur, og vit gleða okkum til dystin. Eg fari at royna at lyfta tann leiklutin, sum venjarin gevur mær. Um eg fari at skora mál, fer tíðin at vísa, men tað er ikki avgerandi, hvør verður málskjútti. Um vit megna at halda tætt í verjuni og at skora í hvussu so er eitt mál, so fara vit at vinna, og tað ætla vit okkum. Skuldi tað lagað seg soleiðis, at møguleiki verður at royna við langskoti, so havi eg einki ímóti at royna, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Géza Dávid Turi.

 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

8 tímar síðan

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30