Ongi úrslit

Í kvøld stóð KÍ bonkurin royndina

Frá fyrsta bríksli restaðu fýra landsliðsspælarar, og hóast Árni bara var á vøllinum í ein lítlan hálvan tíma, so var KÍ leikliga omaná ímóti litaviska mótstøðuliðnum, og tað ber mót við sær um, at tað kann eydnast at vinna á útivølli

Aftur í kvøld var Jóannes Kalsø Danielsen millum eyðyndu KÍ spælararnar
Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Samantaldi vinnarin av uppgerðini í Champions League millum KÍ og Kauno Žalgiris tryggjar sær pláss í europeiskum bólkaspæli í heyst. Um tað verður í meistarakappingini, UEFA Europa League ella UEFA Conference League fæst at síggja seinni í næsta mánað.

Um eina viku verður seinni dysturin millum KÍ og Kauno Žalgiris í Litava. Í kvøld endaði fyrri dysturin í dýrdarveðrinum í Klaksvík 0-0. Tað hevði sjálvandi verið hugaligari, um tað í kvøld eydnaðist KÍ at skora mál og vinna, men eftir dystarlok og við leikgongdini í huga eigur tað at vera møguleiki fyri, at KÍ um eina viku verður samantaldur vinnari.

Undan steðginum høvdu liðini ilt við at finna stevið, og talan var ofta um langar sendingar og ikki neyvar sendingar, og tá var KÍ ofta í verjustøðu. Eftir steðgin hevði KÍ væl betri tak á spælinum, og tá eydnaðist tað heimaliðnum fleiri ferðir at vinna seg í góðar støður, og í hvussu so er tríggjar ferðir var talan um góðar málmøguleikar, meðan gestirnir bara einaferð vóru í støðu, sum kundi havt borið mál við sær, men tá var innskifti Daniel Johansen bjargingarmaður.

Ofta hevur verið funnist at KÍ venjaranum, at hann er so trekur at skifta út, og at tað mest sum hvørja ferð eru teir somu, sum eru á vøllinum allan dystin á tamb.

Í kvøld var tað neyðugt hjá Magnusi Powell at vísa fleiri spælarum álit, sum annars hava sitið nógv á beinkinum og longst eftir at sleppa framat. Orsøkin var tann, at fýra av KÍ spælarunum, sum í fjør vóru landsliðsspælarar, ikki vóru tøkir, og tí Árni Frederiksberg noyddist skaddur av vøllinum, áðrenn ein hálvur tími var farin.

Teir fýra, sum vóru stuðulsspælarar í fjør, og sum í løtuni ikki eru tøkir, eru René Shaki Joensen sum framvegis ikki hevur verið á vøllinum í ár, Patrik Johannesen, Odmar Færø sum í síðstu viku varð so mikið illa løstaður í andlitinum, at hann verður lagdur undir skurð og Jákup B. Andreasen, sum er so mikið darvaður av skaða í rygginum, at hann ikki er førur fyri at spæla, og so var tað av álvara strika í rokningini, tá ið Árni Frederiksberg var so mikið darvaður av skaða í lærkrikanum, at hann í 29. minutti noyddist skaddur av vøllinum.

Deni Pavlovic er hendur avloysari í miðverjuni, har Gilli Rólantsson Sørensen og Gaston Nicolas Tellechea eisini vóru stinnir, Hallur Hansson er av álvara um at vinna sentrala leiklutin á miðvøllinum, sum hann so ofta hevur havt, og tá ið nýggi norski spælarin Mansour Sinyan 20 minuttir undan leikloki varð skiftur inn á miðvøllin, sást tað beinanvegin, at tað er møguleiki fyri, at hann verður ein, sum tað kann roknast við.

 Árni Frederiksberg noyddist av vøllinum, áðrenn ein hálvur tími var farin. Talan er um skaða í lærkrikanum, men tað verður vónað, at Árni verður tøkur, tá ið KÍ á ólavsøku fer at spæla í Litava

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

20 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57