Ongi úrslit

Í morgin verður tað einar 100 krónur bíligari at fylla tangan

Áki Bertholdsen
15. mai kl. 17:35

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, hevur Løgtingið nú endaliga samtykt uppskotið hjá samgonguni at gera tað mvg frítt at keypa bensin og diesel í sjey vikur, fram til 31. august

Hetta kann kortini ikki verða sett í verk fyrr enn lógin er lýst. Og Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, gjørdi skjótt av, tí beint eftir  at lógin varð samtykt, var hon eisini lýst.

Og hon fer gildið á midnátt , so eftir tað verður tað - við teimum prísum, sum eru í dag - einar 2,50 krónur til 2,70 krónur bíligari fyri liturin at fylla sær tangan - ella runt roknað 100 krónur fyri tangan.

Landsstýrið hevur mett, at hetta fer at kosta landskassanum 20 milliónir.

Tey hava eisini sagt, at lækka prísirnir ikki aftur, fara somuleiðis undir at seta onnur tiltøk í verk fyri at lætta um gerandisdagin, men tey uppskotini síggja ikki dagsins ljós fyrr enn seint í summar, ella eina ferð aftan á ólavsøku

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03