Byggingin av teimum 31 leiguíbúðunum við Sandin í Klaksvík er seinkað. Sambært nýggjastu metingini hjá P/F LÍV Fastogn verða íbúðirnar innflytingarklárar í seinasta lagi 15. oktober 2026.
Orsøkin til seinkingina er serliga, at ávís arbeiði hava tikið longri tíð enn væntað. LÍV Fastogn harmast um seinkingina og tað órógv, sum hon kann hava við sær.
Eftir ætlan verða íbúðirnar sýndar fram og tillutaðar um miðjan august. Nærri kunning um dagfestingar og framhaldandi mannagongd verður send út, tá ið hon er endaliga staðfest.
Leigan byrjar við 7.500 krónum
Bygningurin hevur 31 íbúðir við einum, tveimum ella trimum kømurum. Íbúðirnar eru millum 56 og 105 fermetrar, og allar hava egið goymslurúm.
Vegleiðandi mánaðarleigan er úr 7.500 upp í 13.500 krónur. SNA Arkitektar hava teknað bygningin.
