Icelandair væntar størri yvirskot í triðja ársfjórðingi enn somu tíð í fjør, hóast prísurin á flogbrennievni er hækkaður munandi.
Í øðrum ársfjórðingi hevði flogfelagið fýra milliardir íslendskar krónur í halli. Tað svarar til umleið 209 milliónir danskar krónur. Samstundis vuksu inntøkurnar sjey prosent. Tað skrivar RÚV.
Dýrt flogbrennievni tyngir úrslitið
Bogi Nils Bogason, forstjóri í Icelandair, sigur, at nógv hægri útreiðslur til flogbrennievni eru høvuðsorsøkin til hallið.
– Verða útreiðslurnar til flogbrennievni ikki taldar við, er undirliggjandi raksturin betri enn í fjør, sigur hann.
Ferðafólkatalið vaks tvey prosent. Icelandair minkaði eitt sindur um flutningsorkuna, men fekk afturfyri fleiri ferðafólk í hvørt flogfar. Hægri ferðaseðlaprísir hava sambært forstjóranum ikki ávirkað eftirspurningin nevnivert.
Sólarmyrking økir um eftirspurningin
Bíleggingarnar til triðja ársfjórðing eru sambært leiðsluni sera sterkar. Serliga sólarmyrkingin í august hevur elvt til stóran áhuga.
Icelandair væntar tí, at yvirskotið í triðja ársfjórðingi verður størri enn í fjør, hóast oljuprísurin er munandi hægri.
Samstundis samráðist felagið við fakfeløgini hjá flogskiparum, kabinustarvsfólki og flogvirkjum. Leiðslan sigur, at nýggju sáttmálarnir bæði skulu tryggja kappingarførið hjá felagnum og gera tað framhaldandi lokkandi at arbeiða hjá Icelandair.