Í dag klokkan 13 verður almennur fundur í Norðurlandahúsinum um, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman í umsitingini av fiskivinnuni.
Unn er millum røðararnar og fer at greiða frá, hvussu økt vitan og gransking kunnu geva eitt betri grundarlag fyri avgerðum í fiskivinnuni.
IIFET-ráðstevnan verður hildin í Føroyum 17.–21. august. Mikudagin fer Sveinn at greiða frá, hvussu íslendska fiskivinnan hevur broytt seg síðan 1980-árini.
Veðurlag, brennievni og taraaling
Hósdagin verður dentur lagdur á veðurlagsbroytingar, brennievnisnýtslu og burðardygd. Magni leggur millum annað fram úrslit úr verkætlanunum SmartFisk, MeCCAM og SeaMark um føroyska fiskiflotan og taraaling.
Týskvøldið fer Sigurgunn at hava framløgu á Hotel KG í sambandi við Sjómannadagar um støðuna í føroyskum botnfiskiskapi.