Evropeiska miðstøðin fyri sjúkufyribyrging og -eftirlit, ECDC, fylgir neyvt við støðuni í Sibiria, eftir at ein 28 ára gomul kvinna, sum arbeiddi á einum russiskum pestgranskingarstovni, doyði 2. oktober.
Fyrstu tíðindini elvdu til illgruna um, at kvinnan kundi vera deyð av lungnapest. Russiskir myndugleikar vísa tó hesum aftur og siga, at hon doyði av lungnabruna av ókendari orsøk. Royndir frá kvinnuni skulu heldur ikki hava víst mikroorganismur, sum høvdu samband við arbeiðið hjá henni.
Næstan 200 undir eftirliti
Sambært russiskum myndugleikum vórðu tvey sjúkrahús og ein barnaklinikkur sett í sóttarhald. Lokalir miðlar hava eisini skrivað, at starvsfólk á granskingarstovninum vórðu sett í sóttarhald á arbeiðsplássinum.
Umleið 200 fólk, sum høvdu verið í sambandi við kvinnuna, vórðu sett undir læknaeftirlit. Eingir aðrir smittutilburðir eru higartil fráboðaðir.
ECDC sigur, at upplýsingarnar enn eru avmarkaðar, men at eingi tekin eru um, at smittan er farin víðari, ella at varandi smittuspjaðing er millum fólk.
Lungnapest kann mennast skjótt
Lungnapest verður elvd av bakteriuni Yersinia pestis og er tann mest álvarsama av teimum trimum pestformunum. Hon kann smitta millum fólk við dropum úr andaleiðini, til dømis tá ein sjúkur persónur hostar.
Uttan viðgerð kann sjúkan verða deyðilig innan 18–24 tímar eftir fyrstu sjúkueyðkennini. Vanlig antibiotika kann tó lekja sjúkuna, serliga um viðgerðin byrjar innan fyrsta samdøgrið.